Alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna

Tað var rómin av føroyskum guitarspæli, sum Listastevnan 2002 hevði at bjóða, tá 10 føroyskir guitarúrmælingar fóru á pall í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið. Summir kendir og støðufastir á palli síðstu 30 árini, aðrir meira sjáldsamir gestir á palli, sum tíðin er liðin, men sum tó hava guitarleikin í rygginum framvegis frá farnum løtum. Og aðrir, ið mest hava sitið í einingi og leikt. Felags er, at í felag hava teir myndað føroyskt tónleikalív og felags eru teir ráevni av hægstu góðsku

Tónleikaumrøða

Listastevnan 2002 er í hæddini og eitt av hæddarpunktunum er guitarkonsertin við róminum av føroyskum guitarspæli. Konsertin er í trimum støðum, á Glyvrum var hon fríggjakvøldið, hon var í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið og leygarkvøldið verður hon í Atlantis í Klaksvík.
Sunnukvøldið í Norðurlandahúsinum var eitt satt upplivilisi. Longu í gongini, áðrenn konsertina, sást, at her fór at verða fult hús og so var eisini. Og millum mongu ungu og eldri andlitini, sóust ikki so fáir føroyskir guitarbrandar.
Frammi hevur verið, at upprunaliga var kvøldið, sum Petur Mohr Reinert og Erik Biskupstøð hava fyriskipað, ætlað meira í stíl við eitt kvøld, har tað meira vóru føroyskir nútíðarklassikarar, ið savnaðu guitarleikararnar og so luttók kanska Simme og onnur garvað fólk innan tónleikin. Og rómin - creme de la creme - av føroyskum guitarleiki skuldi seta dám á.
Kvøldið er so vorðið meira eitt kvøld við guitarleikarum og lítlum, men góðum, tónleikabólki afturvið - rómi og hóskandi dygd undir.

Tíggju topp tónleikarar
Hvør er besti guitarleikari í Føroyum, hevur ofta verið kjakevni manna millum. Og semja tykist, sum frálíður um, at hetta kann ikki rættiliga setast soleiðis upp. Og fyrireikararnir hava sagt, at teir tíggju guitarleikararnir eru teir av teimum bestu, ið høvdu stundir og møguleika at taka lut í guitarkonsertini.
Tað er einki at taka seg aftur í, at er ein føroysk elita innan guitarleik í Føroyum, so er bróðurparturin umboðaður, tá Ólavur Jakobsen, Búi Dam, Hans Carl Hansen, Eyðun Hansen, Herluf Lutzen, Hildibjartur Hansen, Ólavur Øster, Sofus Poulsen, Hjalti Joensen og Petur Hans Niclasen fara á pall.
Hesir umboða tíðina frá miðskeiðis í sekstiárunum til dagin í dag. Og tað skal verða sagt beinanvegin, at sunnukvøldið gjørdist eitt kvøld við fagrasta streingjaleiki, eitt kvøld við tí besta av tí besta.
Gunnar Noløe leiddi fjøldina ígjøgnum kvøldið, við at binda saman ymsu leikløturnar við framløgu av viðkomandi guitarleikara og hansara lívsleið innan tónleikin. Síðani stutt prát við leikaran um fyrimyndir og annað. Óføra væl kom Gunnar Nolsøe frá uppgávuni at leiða fjøldina ígjøgnum kvø
ldið, ið als ikki kendist, sum vardi tað nærum hálvan triðja tíma.
Leikskráin segði frá raðfylgjuni av guitarleikarunum og stuttligt var eisini at fáa at vita nágreiniliga, hvat fyri ljóðføri ymsu leikararnir leika á.
Rógvi á Rógvu, Magnus Johannesen, Kolbein Simonsen og Mikael Blak løgdu alt kvøldið botn í, sum rómin av føroyskum guitarleiki varð lagdur omaná.
At taka nakran leikara framum annan er vónleyst og uttan endamál, men nevna teir luttakandi kunnu vit, uttan tó at fara út í æsir, tí slíkar framførslur skulu upplivast.
Ólavur Jakobsen kom fyrstur á pall. Hann er útbúgvin klassiskur guitarleikari. Hann greiddi frá, at fyrimyndirnar eru mangar, millum annað pápin,(Eyðbjørn, ið leikar við Teimum av Kamarinum, blðm) og Hans Christian Clementsen, sum Ólavur helst skuldi verið við á pallinum hetta kvøld. Eisini klassiski guitarleikarin Segovia hevur givið Ólavi íblástur.
Ólavur hevur ofta víst sínar dygdir, mest saman við Aldubáruni. Ólavur leikti eina spanska serenadu, ið tóktist krevjandi. Men í hondunum á einum snillingi kom hetta ikki mongum til hugs. Vakurt! Eisini leikti hann eitt meira skemtiligt stykki, ið hevði nakað við eina humluflugu at gera, og tað var eisini líka við, at tað fór at klóra í nakkanum, meðan tónarnir sveimaðu.
Búi Dam kom á pall. Eisini hann hevði akkustiskan guitar. Búi er úr yngra ættarliðnum og hann kenna vit frá t.d. bólkinum Ivory. Búi leikti fyrst eitt lag, ið hann hevur gjørt við íblástri frá tí støðu, at eitt av vinfólkum hansara er blivið foreldur. Hetta hugtók tónasmiðin, sum saman við Rógva á trummum skapti eina fullfíggjaða ljóðmynd, sum bar burt í annan heim. Seinna lagið var variatión yvir eitt lag hjá Kingo. Hesin guitarleikari stóð í andsøgn við leikarin undan honum, tí her var talan um harðari spæl, ið tó svingaði frá blíðum til harðari tónar. Flott framførsla.
Ein av veteranunum, ið helst er kendur fyri skjótleika og fínan tóna, er Hans Carl Hansen. Kednur frá mongum bólkum, t.d. Trast, Tám og Streingjasúpan. Fyrimyndirnar segði hann vera Hendrix, Blackmore og Santana og hesir úrmælingar frá sjeytiárunum gingu aftur hjá so mongum øðrum eisini. Hans Carl leikti tvey løg hjá FleetwoodMac og legði út við tí vakra Albatros. Og hann kom, sum vitugligt er, sera væl frá framførsluni.
Tað eru teir, ið líkasum hvørva av pallinum, men sum tó verða minstir fyri dugnaskapin. Eyðun Hansen er ein. Hann hevur verið av landi skotiní nøkur ár, so stuttligt er at sígja hann aftur. Eyðun minnast mong frá t.d. Teinar og Zentih. Hann leikti akkustiskan guitar. Íblástur fær hann serstakliga frá Mark Knofler, men hetta kvøldið leikti hann tað, ið hann nevndi ein fegnan latin-stíl. Væl leikt og vakurt, serstakliga tá Magnus kom við, ílatin harmoniku.
Herluf Lutzen er hin dugnaligi og lítillátni. Vit kenna hann t.d. frá Zentih og so frá plátuni hjá IngunSimonsen, umframt ein hóp av øðrum innspælinmgum, har tað kanska serliga er akkustiska spælið, ið stendur eftir í minninum. Herluf nevndi eisini fyrmyndirnar frá sjeytiárunum. Við hjálp frá Ólavi Øster og orkestrinum leikti og sang hann fyrst eitt lag, sum hann hevur gjørt saman við Hera Kragesteen. Eitt lag gjørt til fløgukappingina Vælskapt Brek, men sum ikki slapp ígjøgnum nálareygað, heldur tygara útsendi seg vita. Frálíkt lag og Herluf hevði hesaferð el-guitaran í hondunum og setti eitt flott punktum fyri hetta lag. Síðani spældi hann eina jazz-útseting av lagnum Selatrað 8.juni 1626 , sum Egi Dam gjørdi til yrking eftir Tummas N. Djurhuus. Og hetta riggaði sera væl, hóast talan er um vísulag. Gott spæl og góð útseting.
Hildibjartur Hansen er annar úrmælingur, ið líkasum hvarv, hevur verið útiseti, men sum verður minstur fyri dygdina. Hann er bróður Hans Carl og nevndi eisni fyrimyndirnar frá sjeytiárunum, men nevndi, at kanska jazzurin er farin at draga so smátt. Minstur verður hann úr klaksvíksbólkum og Brongl. Og í Danmark hevur hann verið í upptøkuhøkum við Hanne Boel og Jennifer Rush. Hildibjartur leikti fyrst eitt heimagjørt lag, sum Jón Elendersen eigur orð til, og við sær á pall hevði Hildibjartur fingið Lenu Andersen, ið kom sera væl frá sangframførsluni. Uttan hóvasták leikti Hildibjartur hetta lag, ið var gott og fangaði. Síða ni kom eit instrumentalt lag, ið hevði eitt heiti, sum undirritaði ikki dugir at festa á blað, men sum merkir 7 Up á barnamáli. Og her fekk Hildibjartur prógva seg. Eins og við Eyðuni, so er gleðiligt at síggja, at hóast leiðin gongur uttanfyri bjørtu pallperurnar, so er tað ikki orsøk at leggja ljóðføri, men kanska heldur hinvegin gevast stundir at sita í frið við umhugsni og venjing.
Hóast Ólavur Øster longu hevði verið á palli, so var tað nú hann, ið átti stóru ljósrípuna og var í miðdeplinum. Ólavur er av sonnum maðurin við stórum G. Hann hevur leikt í óteljandi bólkum, sum hann eisini sjálvur staðfesti, og hann er still going strong, sum einki var hent. Eldhugi og fingrafimi, ið uttan íhald hava hildið á í meira enn 30 ár. Sum fyrimyndir nevndi hann Shadows, Beatles og Stones. Saman við Kolbeini byrjaði hann at leika, tá teir gingu í Nunnuskúlanum í 1964. Og skemtiligt var, at teir komu ásamt um á pallinum, at tað helst var lagið Dominique, ið teir byrjaðu við. Lagið er, sum kunnugt eitt hitt frá sekstiárunum, sungið av nunnum. Pallvandur, avslappaður og við totalum yvirblikki leikti Ólavur lagið Ábit, sum hann skrivaði og leikti við Kræklingnum á sinni. Og so sá alt annars út, sum var hetta einki at tosa um, lætt og uttan hóvasták, og tað er tað kanska, tá ein hevur tað í rygginum, og tað má sigast um henda garvaða guitarsnillingin, ið hevur havt búðstað á føroyska guitartoppinum síðstu 30 árini, og sum neyvan verður tveittur út enn á sinni, um nakrantíð.
Sofus Poulsen er m.a. kendur frá lagnum um Brúsajøkul, ið drekkur brennivín. Men annars er hann neyvan so kendur sum guitarleikari av fjøldini. Men her er ein leikari, sum hóast hann hevur verið við í tónleikabólkum, einamest hevur sitið eina, men sum so sanniliga dugur er í. Talan er í stóran mun um væl leiktan bluegrass tónleik og ein fyrimynd er Chet Atkins. Sofus leikti væl og hugnaði sær eisini saman við Ólavi og Hans Carl í eini guitarsamanrenning í rock`n Roll stíli. Hans Carl og Sofus leiktu til lagið, sum teir nýliga hava skrivað, ið nevnist Summarmjørki. Vakurt og yndislgt, gekk beint inn.
Hjalti Joensen er kendur frá Devon, Rockmen og ikki minst Moirae. Eisini eigur hann t.d. eyðkennislagið til sendingina 15 tær bestu. Ein leikari, ið dugir tað bleyta, men sum sanniliga einsi er til rock. Og sum torir og dugir at royna nýggjar leiðir, t.d. tá um ljóð ræður. Fyrst á skránni var Waltzur í Emol, eitt vakurt lag. Síðani kom eitt, ið hevði einfalda heitið Lag, har talan meira var um el-guitar, ið vil framat og sum vil seta seg í miðdepil. Frálíkt.
Petur Hans Niclasen kom veruliga fram í ljósið fyri eini 5, 7 árum síðani, tá bólkurin Aria tók dik á seg. Hann hevur eini leikt við Eyðun og Terja, Pætur við Keldu og Dynamitt. Fyrimyndirnar eru úr harðaru rockverðini, t.d. Joe Satriani. Vælleikandi orkesturmanningin varð nú skift út við manning úr Klaksvík, Erik Biskupstøð, Høgni Klakstein og tann ungi, men væl ávegis guitarleikarin Leivur Vitalis. Hesir løgdu botn í, tá Petur Hans við 100 kilometur um tíman leikti 4 løg hjá Satriani út í eitt í góðari blanding,. Hann er teknikkarin av aðru verð, við ferð gongur tað omaneftir og niðaneftir guitararminum og upp og niður. So avbera flott, at ein neyvan trýr oyrum og eygum. Sum Petur Hans segði, er hann til rocktónleikin og sum Gunnar Nolsøe staðfesti, so var talan um topp tunaðan guitarrock.

Grande Finale
Ein konsert av teimum sjáldsomu og av teimum heilt einastandandi góðu. Góðska og breidd. Her kann staðfestast, at ein regla í kendum sangi er hósknadi : orð eru fátøk. Guitararnir søgdu alt hetta kvøld og einki stóð eftir ósagt.
Í forhøllini hevði føroyski guitarbyggjarin Petur Magnus Bjarnastein framsýning um arbeiðsgongdina viðvíkjandi guitarbygging, eins og lidnir guitarar vóru at síggja. Og eisini hoyra, tá tann stóra finalan kom og allir guitarleikararnir við tónleikarunum annars allir komu á pall og saman spældu tað stóra fýrverkið avstað í skapi av rullandi rocki og sololeiki av fyrstu skuffu.
Í høllini stóð ein Bjarnastein guitari, sum áhoyrarar til tær 3 konsertirnar kunnu vinna. Drigið verður millum seld atgongumerki á konsertini í Klaksvík komandi leygarkvøld.
Henda guitara vinnur bert ein áhoyrari. Hinvegin nýtist ongum at fara til húsa við boygdum høvdi, tí áhoyrararnir sunnukvøldið fingu eina uppliving fyri lívið, har guitarsnillingar, kendir og minni kendir, virknir og minni virknir, settu guitaran í miðdepilin.
Einum kemur til hugs regluna úr tjóðsangi okkara, ?alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna?.
Her tónaðu streingir, sum vága, tí teir duga, og eftir í góðveðursluftini sveima tónarnir, ið syngja um, at vónandi upprenna fleiri slíkar løtur, har tað er gott at vera til.