Hirtshals: - Vit eru sjálvandi fegin um ferðafólkini, ið koma higar um summarið. Men vit vilja eisini skapa bestu umstøður fyri føroyska útflutningin av fiski, sigur havnastjórin.
Til tess at nøkta henda tørvin hevur havnin í Hirtshals verið fyri stórum broytingum og útbyggingum. So seint sum í farna mánaði var reisigildi í einum 400 fermetrar stórum rampubygningi, sum er gjørdur júst fyri at veita føroyska flutningsfelagnum bestu tænastuna.
Við hesi útbyggingini verða umstøðurnar til goymslu munandi øktar, og eru nú omanfyri 1300 fermetrar til støddar. Men útbyggingin heldur ikki uppat við hesum.
Samstundis sum rampubygningurin hevur verið í gerð, hevur ein útvegað pláss til omanfyri 200 trailarar.
- Við hesum ynskja vit, at skapa teir karmar sum bæði Smyril Line og Smyril Blue Water hava tørv á, fyri at kunna betra um góðsflutningin millum Føroyar, Ísland og Europa, verður sagt.
Høvuðssæti
Henda útbyggingin er kortini ikki tann einasta sum hendir á havnarlagnum í Hirtshals í hesum døgum.
Eftir at Hirtshals verður heilárlig atkomuhavn hjá Smyril Line, hevur flutningsfelagið Smyril Blue Water tikið avgerð um at flyta høvuðssætið sítt til Hirtshals.
Nú verða betri møguleikar og umstøður skaptar, soleiðis at umskipingin av fiski úr Føroyum og Íslandi og víðari til Europa, kann gerast bæði skjótt og væl.
- At vit nú flyta higar fer at styrkja Hirtshals Havn sum eitt knútapunkt fyri flutningi í Norðuratlantshavi, Norðurlondum og í Norðureuropa, verður sagt.
Hetta samsvarar eisini væl við ætlanina hjá havnini, ið miðar eftir at gerast størsta fiskivinnuhavnin í Norður- og Vesturjyllandi í 2016.










