Alt ov fá kør og fiskakassar í landinum

Fiskamarknaður Føroya noyðist at siga skip frá sær, tí marknaðurin hevur ov fáa kør og kassar til fiskin, sum kemur inn á gólvið og skip, sum hava landað, sleppa stundum ikki útaftur beinanvegin, tí ov fáir kassar eru at koyra umborð. Virkir leggja inn undir seg, og tað ger, at trupulleikin gerst uppaftur størri.

Ov fá kør og kassar á landi og umborð á skipum og bátum er ein stórur trupulleiki, sum lítið hevur verið at hoyrt um. Tískil veit fáur, hvussu stórur hesin trupulleiki í veruleikanum er. Men fyri tey, sum virka í vinnuni, er tørvurin á kørum og kassum ein sonn marra.
Fiskamarknaður Føroya er ein landingarmiðstøð, men tað eru dagar, har marknaðurin ikki torir at landa skip, tí ivamál er, um nóg mikið er av kørum og kassum at koyra fiskin í, sum kemur inn á gólvið. Tað er hent meira enn einaferð, at Fiskamarknaðurin hevur verið noyddur at siga skip og bátar frá sær, og tað er eisini hent, at skip hava ligið og bíðað í dagar eftir kørum, so fiskurin kann takast upp úr skipinum og koyrast inn á gólvið.
Nøkur skip hava eisini leysan fisk, serliga línubátarnir, og tað ger ikki trupulleikan minni.

Bátar noyðast at bíða
Á Fiskamarknaðinum siga tey, at trupulleikin við kørum er nógv størri enn við kassum, tí eitt nú partrolararnir brúka smá kør til fiskin.
Øll skip og virkir eru við í eini kassaskipan, har Kassamiðstøðin skal syrgja fyri, at nóg mikið av kørum og kassum eru í landinum. Keyparin og seljarin av fiskinum rinda eitt ávíst avgjald til Kassamiðstøðina.
? Vit hava ein stóran trupulleika til dagligt, tí vit umsita so nógvan fisk, og trupulleikin er uppaftur størri, nú so nógvir bátar eru á Norðhavinum, siga tey á Fiskamarknaðinum.
Tey vísa á, at ein dagin herfyri lógu fleiri útróðrarbátar og bíðaðu eftir at sleppa av við fiskin, tí eingin kør vóru at koyra útróðrarfiskin í.
? Bátarnir noyddust at bíða, til kør vóru tøk inni á gólvinum, og vit høvdu eingi kør at taka fiskin uppí. So, hetta er ein ógvuliga torfør støða hjá okkum, siga tey á Fiskamarknaðinum.

Gomlu kørini burtur
Endamálið við Kassamiðstøðini er, at virkir og skip skulu hava eins kør. Fýra støddir eru av kørum; 300, 380, 460 og 660 litrar, og kassarnir eru ávikavist 75 og 90 litrar.
? Roynt hevur verið at fingið tey gomlu kørini og teir gomlu kassarnar úr skipanini. Her vóru fleiri ymiskt sløg, og høvdu kør og kassar fingið stoyt, og rivur vóru komnar í, vigaðu tey ymisk, tí vatn settist til. Tí varð ofta neyðugt at viga kørini, áðrenn fiskur kundi stoytast í.
Á Fiskamarknaðinum siga tey, at tey nýggju kørini eru meira gummi-kend og brotna ikki so lætt sum tey gomlu. Vatn sleppur heldur ikki ímillum, og tí broytistvektin ikki.
Skipanin er hon, at tann, sum keypir fiskin, rindar eisini fyri kør og kassar, men tá ið tú kemur aftur við hesum, fært tú eina mótrokning, sum tey kalla tað. Aftrat hesum er so eisini eitt kassagjald, sum fer til Kassamiðstøðina, og tað gjalda bæði seljari og keypari.