Alt heilsutrygdargjaldið skal nú rindast

Heilsutrygdargjaldið í mars mánaði verður dýrari enn fyrstu mánaðirnar í ár. Orsøkin til, at føroyski borgarin í mars mánaði skal rinda meira í heilsutrygdargjaldi, er , at bæði í januar og í februar hevur føroyski borgarin ikki rindað alt heilsutrygdargjaldið. Munurin í januar og februar verður nú kravdur inn seinast í mánaðinum.

Tann 1. januar í ár varð ein nýggj gjaldskipan fyri Heilsutrygd sett í verk. Í nýggju skipanini er gjaldið sett til 160 krónur um mánaðin, og so 0,55 prosent afturat av skattskyldugu lønini. Skipanin, sum skal draga prosentpartin frá skattskyldugu inntøkuni, hevur ikki verið tøk fyrr enn nú. Hetta hevur havt við sær, at einans grundupphæddin, sum er 160 krónur, hevur verið drigin frá í januar og í februar mánaði.

Tað er TAKS, sum krevur heilsutrygdargjaldið inn fyri Heilsutrygd. Hvønn mánað fer TAKS at taka 160 krónur í føstum gjaldi og síðani 0,55 prosent av skattskyldugu inntøkuni mánaðin fyri.