Alt hann átti át fold var ein cessna
og hann føldi seg heima umborð.
Hann var gamal, men kendi seg ungan
Men hann teskar tó enn hesi orð:
Niðurlag:
Leið meg einaferð enn fram í klivan
Lat meg ganga ta seinastu vakt.
Lat meg stýra tann seinasta "leggin"
Inntil flogvøllin eg havi rakt.
Havi flogið við høgum og lágum
havi buldrast í ódn og í logn
havi "sæð" sjálvt í tjúkkasta mjørka
hvat ið Esther í ovn hevur koyrt.
Tá ein fríløta er man eg fara
út at skjóta, tað dámar mær væl
tá er "farligt" at vera ein hara
Luffa døgurðan frá mær fáa skal.
Tá mín schedule er komin at enda
og mítt tørn til at stýra er av
fari eg eina yacht mær at keypa
og so út á tað brúsandi hav.