Alt gott um tað

Vit eru ikki í aftara enda, tí vit hava bygt vegir ella tunlar. Sjálvandi skal tunnilin til Sandoyar setast í verk! Skálafjarðartunnilin verður sjálvberandi og ikki landskassafíggjaður

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður

Orsøkin til at eg havi valt hesa yvirskriftina er, at tá fólk siga, alt gott um tað, er vanliga eitt og annað hesi hava verið ímóti, men sum tó gjørdist til succes ella fólkaogn og soleiðis vilja tey kortini eiga nakað í tí.
Seinastu tíðina er staðfest, at fólkaskúlafrálæran hevur ligið í vanlagnu, eldrapolitikkurin á skeivum spori, hægru skúlarnir, granskingarførleikin og fróðskaparsetrið hava í áravís mett seg at hava ov lítlan pening og ikki minst at sosialu- og heilsuviðurskiftini annars rukku ikki mát.

Útbyggingar úti um landið onga skuld
At vit eru í aftara enda í so týðandi viðurskiftum, sum verða hámett í londum uttan um okkum, og sum eisini eru tað hjá okkum, fáa útbygg-ingar av landsins undirstøðukervi, eitt nú Norðoya- og Vágatunnilin og at skjøtil verður settur á Sandoyartunnilin, skuldina fyri frá politikarum og greinskrivarum úr høvuðsstaðnum.
Ein og hvør, ið fylgir við, veit, at hetta fyri tað mesta eru veik, einki-sigandi og naiv uppáhald sum verða sett fram, bara fyri at sleppa sær undan ábyrgd fyri at rakstrarøkini eru vorðin ov dýr á omanfyrinevndu tænastum eftir áralongum eftirgevingum, sum fyri stóran part eru komnar av miðsavningum og at raksturin soleiðis gjørdist dýrari enn væntað.

Tosaðu tey intelektuellu alt til deyðis
Umráðandi er nú, at arbeiðið við Sandoyartunlinum heldur fram, og at politiski myndugleikin, Havnarfjølmiðlarnir ella greinskrivarar nú ikki aftur sleppa at stinga forðingar inn. Skálafjarðartunnilin koyrir uttanfyri landskassaíløgurnar, tað kunnu vit eisini fegnast um.
Eru vit aftarlaga í fyrr nevndu málum, so kunnu vit tó takka hugsjónar-
politikarum og sterkum kreftum í kommunupolitiska kervinum fyri, at vit í dag standa hampuliga sterkir í vega- og tunnilsútbyggingum fyri at savna allar Føroyar. Áhugaverdi spurningurin er nú, vóru tað tey intelektuellu, ið tosaðu allan kvalitet til deyðis uttan at handla?