Alt eftir bókini lendska høvuðsstaðarsamstarvinum 420 tús. kr. í stuðuli

Í grein á internet Sosialinum tann 9. juni verður støða javnaðarfloksins til málið um serbisk flóttafólk í Føroyum viðgjørt. Ì greinini er ein røð av misskiljingum og skeivum pástandum, og hetta er sera harmiligt fyri viðgerðina av einum tílikum týdningarmiklum máli.

Millum annað verður landsstýrið lagt undir at hava viðgjørt hetta málið øðrvísi enn onnur mál. Og landsstýrið verður lagt undir at hava roynt at fingið politiskt rumbul um málið og at renna undan ábyrgd. Alt hetta er beinleiðis ósatt, og tí verður her greitt frá gongdini í málinum.

Vanligt mál um arbeiðs- og uppihaldsloyvi

Málið snýr seg um arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyri tvær familjur við kroatiskum ríkisborgararætti. Fólkini eru í løtuni í Danmark sum flóttafólk, men hava fingið at vita, at tey verða send aftur til Kroatia, tí at kríggið í gamla Jugoslavia er liðugt.

Síðani hava tey søkt um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, tí her hava tey fingið tilsøgn um arbeiði og bústað. Sostatt søkja tey ikki um at koma til Føroya sum flóttafólk, men søkja eftir júst somu treytum, sum ríkisborgarar úr øðrum londum, ið søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi Í Føroyum.. Tildømis póllendingar, skotar ella italiumenn, sum arbeiða sum fótbóltsvenjarar, á skipasmiðjum ella sum granska ella lesa í Føroyum.

Umsóknirnar hjá teimum umrøddu flóttafólkunum eru viðgjørdar á júst sama hátt, sum hjá øllum øðrum, ið søkja.


Vanlig málsgongd

Útlendingalóggáva og umsiting av uppihalds- og arbeiðsloyvum til Føroya er eitt danskt málsøki burturav, og málsgongdin er rættiliga drúgfør:

Udlændingestyrelsen í Keypmannahavn sendir málini til fútan. Síðani hava mál um arbeiðsloyvi í mong ár verið send Vinnumálastýrinum til viðmerkingar um arbeiðsmarknaðarstøðuna. Og síðani 1. januar 1999 hava mál um uppihaldsloyvi eisini verið send løgdeildini í landsstýrinum til viðmerkingar um løgfrøðisligar spurningar. Málini fara so aftur til fútan, sum síðani sendir tað aftur til Udlændingestyrelsen, ið so skal avgreiða málið.

Øll henda málsviðgerð fer fram á embætismannastigi eftir reglum og mannagongdum sambært lógini. Allar viðmerkingar eru av tekniskum slag. Slík mál hava ongantíð verið viðgjørd politiskt, og tað má heldur ikki henda í nøkrum rættarsamfelag. Tí so høvdu tað verið tilvildarligar avgerðir ? alt eftir hvør politikari sat við tí - ið kundi sett rættartrygdina hjá umsøkjarunum til viks.

Eitt slíkt mál var júst Tamilamálið í Danmark, sum jú endaði í eini ríkisrættarsak móti ráðharranum, Ninn-Hansen, tí hann hevði tikið avgerðir móti lógini.


Politiskt rumbul

Málið um teir kroatisku ríkisborgararnar hevur verið eitt sera heitt politiskt evni í donskum fjølmiðlum í fleiri ár. Helst er tað tí, at so nógv rok hevur staðist av tí nú. Eftir at málið varð avgreitt úr Føroyum uttan trupulleikar, kom málið knappliga aftur til landsstýrið, har biðið varð um eina politiska tilsøgn frá landsstýrinum um, hvørt loyvini skuldu játtast ella ikki. Hetta er ongantíð hent áður. Landsstýrið svaraði sjálvsagt, at tað einasta rætta er, at málini verða avgreidd sambært vanligari mannagongd við atliti til rættartrygdina hjá umsøkjarunum. Tað vil siga, at avgerðin skal takast eftir, um tey uppfylla treytirnar í lógini og reglunum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi til Føroya.



Landsstýrið hevur avgreitt málið eftir bókini. Hvørki Vinnumálastýrið ella Løgdeildin høvdu nakrar viðmerkingar til málini. Landsstýrið hevur sostatt als ikki gjørt hetta til politiskt rumbulsmál yvirhøvur. Tí er tað sera harmiligt, at javnaðarflokkurin nú brúkar hetta málið til partapolitiskt rumbul móti landsstýrinum.

Tað er somuleiðis ómetaliga løgið, at javnaðarflokkurin ikki í staðin setir spurnartekin við, at Udlændingestyrelsen brýtur allar vanligar reglur og biður um eina politiska viðgerð í landsstýrinum av lagnuni hjá nøkrum einstøkum familjum. Tað hevði tildømis verið sera áhugavert at spurt altjóða mannarættindarserfrøðingar um hesa mannagongd.


Høgni Hoydal vit ikki vitja grannan, men vita alt um hvat slag av kynslívi amerikanski forsetin høsnast við.


Vit hava góðar fortreytir

Men hetta skulu vit ikki ræðast. Vit hava altíð livað við hesi avbjóðing. At verða partur av eini lítlari mentan, sum hevur yvirlivað ímóti øllum forsagnum, kann gerast eitt ómetaligt privilegium fyri framtíðina. Vit kenna heimin og heimsins mentanir væl betri enn tær flestu sonevndu "stóru tjóðirnar". Tí vit noyðast at kenna onnur fyri at yvirliva.

Okkara ungdómur dugir longu og fer at duga nógv heimsins mál og kennir aðrar mentanir. Á eini føroyskari uttanríkistænastu ella á einum føroyskum útflutningsvirki fer tað ikki at standa á at hava starvsfólk, sum hvør í sínum lagi kunnu samskifta á japanskum, týskum, sponskum, russiskum, portugisiskum ella arabiskum. Umframt sjálvsagt at duga norðurlendsku málini og enskt væl og virðiliga.

Vit vita, at vit hava ongantíð nóg mikið í okkum sjálvum. At vit mugu burtur fyri at koma heim ? eins og okkara sjómenn altíð hava gjørt, og tikið søgurnar úr Hong Kong, Grønlandi og Ný Foundlandi heimaftur til okkara mentanarliga førning.

Onki land kann í dag útbúgva alt sítt fólk ella byrgja útbúgving og gransking inni á dustutum stovnum. So okkara støða er nú vorðin alra støða. Vit skulu út í heim at útbúgva okkum, men mugu eisini bjóða okkara land og útbúgvingar til onnur.

Tað skal kanska ikki so nógv til, at vit hava nakað at bjóða úti í heimi innan gransking og útbúgving.

Nám eigur at vera eitt gullnám fyri Føroyar.


Høgni Hoydal

Landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum