ALS konsoliderað - tíðin er nú komin at hækka útgjaldið hjá ALS

Føroyska arbeiðsloysisskipanin varð sett í gildi í 1992, eftir at føroyska samfelagið hevði rent seg fast í djúpa og víðfevnda fíggjarliga kreppu

Ingrid S. Henriksen,

limur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og fyrrverandi varalimur í stýrinum fyri ALS.

 

 

 

Føroyska arbeiðsloysisskipanin varð sett í gildi í 1992, eftir at føroyska samfelagið hevði rent seg fast í djúpa og víðfevnda fíggjarliga kreppu. Longu í 1992 var arbeiðsloysið vorðið sera høgt og eginognin hjá nýstovnaðu føroysku arbeiðsloysisskipanini var lítil og ongin – einans 20 mió. kr. í byrjunarfæ frá landskassanum. Útgjaldsprosentið varð tískil sett til einans 70% av einari arbeiðaraløn – t.v.s. heili 20% lægri enn 90%-útgjaldsprosentið, ið var og enn er galdandi í donsku arbeiðsloysisskipanini.

Tásitandi kreppu-landsstýri lovaði teimum arbeiðsleysu og fakfeløgunum á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum, at útgjaldið hjá ALS skuldi hækka til danskt støði, tá tíðirnar blivu betri og ALS skipanin hevði ment seg fíggjarliga.

Vert er at bíta merki í, at umboð fyri tásitandi politiska viljan – Marita Petersen, løgmaður, Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í almannamálum og Signar á Brúnni, landsstýrismaður vegna Tjóðveldisflokkin longu á fundi hin 9. mei 1994 millum fakfelagsumboð á almenna-og privata arbeiðsmarknaðinum umframt Felag Teirra Arbeiðstøku góvu til kennar, at útgjaldið hjá ALS kundi hækka til 90% av einari arbeiðaraløn, tá peningur bleiv tøkur. Í hesum sama høpi skal somuleiðis verða víst á, at fyrrverandi stýrisforkvinna fyri ALS, Karin Kjølbro, (frá 1996 til 2004) í sambandi við at arbeiðsloysisútgjaldið varð sett á dagsskrá í fjølmiðlunum fleiri ferðir legði dent á, at ALS mátti konsoliderast til uml. 500 mió. kr. áðrenn útgjaldið hjá ALS kundi hækka.

Síðan ALS varð sett á stovn í 1992 hava fakfeløgini á almenna- og privata arbeiðsmarknaðinum á fleiri fundum samtykt at heita á stýrið fyri ALS og politiska myndugleikan at hækka útgjaldið til 90% ella i minsta lagi 80% av einari arbeiðaraløn. Hesar áheitanirnar um hækkan av arbeiðsloysisútgjaldinum hava higartildags onki úrslit givið. Arbeiðsleys í Føroyum fáa framvegis eitt sera lágt útgjald – eitt útgjald sum framvegis bert er 70% av eini arbeiðaraløn - hetta sjálvt um føroyska arbeiðsloysisskipanin nú er fult konsoliderað og eginognin hjá arbeiðsloysisskipanini er vorðin sera høg.

Eginognin í ALS kom longu fyri 4 árum síðani uppá uml. 500 mió. kr. og var eginognin sambært rakstrarroknskapinum hjá ALS fyri árið 2006 knappar 550 mió. kr. Skipanin hevur sostatt nú ein eginpening uppá uml. 550 mió. kr. at standa ímóti við. Tíðin er sostatt komin at hækka útgjaldsprosentið til 90% av einari arbeiðaraløn, soleiðis sum politiski viljin meldaði út fyri skjótt nógvum árum síðani.

Núverandi politiski viljin - Javnaðarflokkurin og aðrir politiskir flokkar, ið siga seg vilja fremja veruliga vælferð fyri allar borgarar landsins – eisini fyri tey, ið eru ella gerast arbeiðsleys – eiga uttan meiri drál at signalera, at lága føroyska arbeiðsloysisútgjaldið beinanveg eigur at hækka frá 70% til 90% av einari arbeiðaraløn.

Somuleiðis eigur politiski viljin/politiska skipanin at syrgja fyri, at lógin um ALS verður broytt soleiðis at eisini fiskimenn fáa møguleika at fáa útgjald frá ALS, tá teir gerast arbeiðsleysir.

Tórshavn, hin 8. oktober 2007