ALS fær nýggjan formann mánadagin

Tað verður ikki fyrrenn mánadagin, at Johan Dahl, landsstýrismaður, fer at velja nýggjan formann í ALS.

Tað sigur hann við Portalin.

Hann ætlaði annars at velja nýggjan formann í gjár ella í dag, men nú sigur hann, at tað verður ikki fyrrenn mánadagin.

Hann leggur afturat, at enn hevur hann ikki tikið støðu til um hann fer at taka áheitanina frá fakfeløgum til eftirtektar um at koyr alt stýrið fyri ALS frá.

- Nakrir av stýrislimunum í ALS eru valdir eftir tilmæli frá fakfeløgunum og aðrir eftir tilmæli frá arbeiðsgevarunum.

Nú hava bæði fakfeløg og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, mælt til, at stýrið fer frá.

- Eg fari at geva stýrislimunum í ALS hetta vikuskifti til at hugsa um hesa áheitanina teir hava fingið frá sínum baklandi um at fara frá.

Mánadagin fái eg so at vita hvørja støðu stýrislimirnir hava. Tá vónar hann eisini at hava fingið eina frágreiðing um gongdina í málinum.

- So taka vit tað víðari haðani frá, sigur landsstýrismaðurin.

Men hann staðfestir, samstundis, at fráfaringaravtalan, sum stýrið hevur gjørt við fráfarna formannin, stendur við.

- Eg havi ikki heimild til at ógilda eina avtalu, sum stýrið í ALS hevur gjørt, sigur Johan Dahl.

Hinvegin staðfestir hann, at fyri hann er tað avgerðandi at byrgja fyri, at slíkt ikki hendir aftur.

Samstundis váttar hann , at fráfarni stýrisformaðurin, Alfred Petersen, hevur onga fráfaringaravtalu og fær sostatt onga nevndarsamsýning, ella aðra samsýning longur, hóast hann er koyrdur frá.