Alonso nærkast heimsmeistaraheitinum

Áðrenn koyringina á Otodrom breytini í Istanbul lá Fernando Alonso á odda í kappingini um heimsmeistaraheitið 26 stig framman fyri Kimi Räikkönen. Í Budapest vann Räikkönen, meðan Alonso einki stig fekk, hetta gjørdi, at eitt sindur av spenningi kom aftur í kappingina.
Hesin spenningur hvarv aftur í Istanbul. Gaman í Räikkönen vann, men við Alonso á øðrum plássi styttist munurin millum kappingarneytarnar einans við tveimum stigum. Við fimm koyringum eftir eru 24 stig sera stórur munur, og Alonso líkist alsamt meira einum heimsmeistara.