Alnetútgáva á ovasta popptindinum

Gnarls Barkley skrivar hesa vikuna tónleikasøgu. Lagið Grazy liggur hesa vikuna ovast á Top Of The Pops í Bretlandi. Hetta er fyrstu ferð, at eitt lag, ið einans kann takast niður av alnetinum, er endað ovast á bretska hittlistanum.

Lagið er nústaðni mánadagin komið út á fløgu, so øll sølan seinastu vikuna var umvegis altnetið. Fyri einum mánað síðan var reglugerðin fyri hittlistan broytt, soleiðis at niðurtøka av alnetinum telur við, um lagið kemur á fløgu í mesta lagi eina viku aftan á.
Sambært The Guardian er lagið tikið lógliga niður av alnetinum 31.000 ferðir seinastu vikuna. Hendingin staðfestir enn einaferð, at niðurtøka av tónleiki av alnetinum er vorðin ein sera týdningarmikil marknaður.