Alnótin ? fullkomin fyri pedofilar!

   

Sum øllum kunnugt er alnótin ógvuliga nógv nýtt runt allan heimin. Hetta kærkomna tól ger lívið lættari og meira áhugavert fyri tey flestu av okkum. Tíverri er ikki møguleiki at hava eftirlit við, hvat ið er at finna á alnótini og hvør, ið hevur atgongd til tær ymisku heimasíðurnar. Hetta hevur tíverri við sær, at alnótin er trygg fyri pedofilar at finna sær børn at misnýta, uttan at verða forstýraðir av foreldrum.
Í Onglandi eru eingi tøl almannakunngjørd viðvíkjandi tali á pedofilum í landinum, men stutt síðani bleiv uppdagað, at 7000 bretar vóru limir á einari amerikanskari heimasíðu, har børn blivu misnýtt. Eisini er kunngjørt, at talið á misnýttum børnum er farið 322% upp tey síðstu 20 árini. Orsøkin til hetta er søgd at vera alnótin. Síðani alnótin kom, hevur tað verið lættari at fáa fatur á barnaporno, ið hevur havt við sær, at framleiðslan av barnaporno eisini er økt og tískil eisini talið á offrum.
Nú á døgum eru tey flestu børnini rættuliga stinn í at nýta teldur, ofta meira stinn enn teirra foreldur, og alnótin er vanliga eisini ein partur av teirra áhugamálum. Her kunnu tey gera og finna alt tað, ið teimum hugar. Eisini kunnu tey fara inn á kjattrúm og tosa við fólk, ið tey ikki kenna. Hetta er tískil tað fullkomna staðið hjá pedofilum. Her hava teir frið og náðir at tosa við børn og lokka tey til at gera ella fortelja ymiskt, ið tey í veruleikanum ikki hava hug til.
Fyri stuttum varð ein kanning framd í Onglandi av myndugleikunum, har ein persónur meldaði seg til eitt kjattrúm, Yahoo, sum ein 12 ára gomul genta, "12-year-old Tina Bell". Áðrenn ein minuttur var liðin, var persónurin longu kontaktaður av einum pedofili. Eftir fimm minuttum var "tann 12 ára gamla gentan" umringað av pedofilum, ið spurdu hana bæði eitt og annað, og eisini vóru tað summir, ið bjóðaðu henni at møtast.
"The National Coalition for Children?s Charities" halda, at innan tey síðstu tvey árini eru 15 gentur neyðtiknar, eftir at hava møtt pedofilum á alnótini. Eisini vísa kanningar, at eitt út av fýra børnum hevur upp á ein ella annan hátt upplivað okkurt keðiligt við at kjatta, ið eisini merkir, at hvønn 71 minutt verður eitt barn kontaktað av einum pedofili.
Hetta eru tøl, ið skelka ein og fær ein at hugsa um, hvat ið kann gerast fyri at fyribyrgja hesum "paradísi" hjá pedofilum. Ein møguleiki er at royna at fyribyrgja hesum við teldutøkni. Hetta kann gerast við at sperra atgongd til ávís kjattrúm, sum vil minka um vandan, men ikki steðga honum fult og heilt. Ein annar møguleiki, ið ivaleyst er meira virkin, er at læra børnini um vandan við alnótini. Hetta kann verða framt bæði í skúlunum og í heimunum. Hesin møgleikin er sjálvandi ei heldur 100% sikkur, men undir øllum umstøðum hevði tað vónandi minkað munandi um vandan við at børn vera misnýtt av pedofilum á alnótini.