Alnót fekk GSM loyvi

Við loyvinum frá Vinnumálastýrinum at veita GSM tænastur, hevur telefelagið Alnót nú øll sløgini av fjarskiftisloyvum, sum kunnu fáast í Føroyum

Mikudagurin í hesi vikuni gjørdist seinasti dagur, har Føroya Tele var einsamalt á marknaðinum fyri sølu av fartelefontænastum. Hósdagin fekk næststørsta telefelagið í landinum, Alnót, nevniliga loyvi frá Vinnumálastýrinum at veita GSM tænastur í Føroyum.

Alnót er higartil einasta telefelagið umframt Føroya Tele, sum hevur fingið hetta loyvi.

Sambært einum tíðindaskrivi, sum Alnót hevur sent út í sambandi við loyvisveitanina, fer felagið í fyrstu atløgu at gera íløgur fyri einar tredivu milliónir krónur. Hendan íløga skal ætlandi gera tað møguligt hjá telefelagnum at veita íbúgvum í Tórshavn, Skálafjørðinum og pørtum av Eysturoynni og Klaksvík fartelefontænastur. Sjálvt væntar felagið, at hetta fer at gerast møguligt longu í summar.

Telefelagið Alnót hevur frammanundan fingið øll tey fjarskiftisloyvir, sum kunnu fáast í Føroyum, og felagið ætlar eisini sær bæði inn á marknaðin fyri telefonsamrøður um fasta telefonnetið, og inn á marknaðin fyri internettænastur.

Á hesum báðum økjum væntar felagið at kunna bjóða seg fram í apríl mánaði komandi.