Áhugafelagið Nólsoyar Páll er eitt nýtt felag í Klakksvík, hvørs endamál er at endurbyggja bóndagarðin, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð fyrst í 1800-talinum.
Hetta verður gjørt til tess at varðveita minnið um hendan megnarmann. Eitt Nólsoyar Pálls savn fær innivist í húsinum, sum harumframt verður nýtt til onnur serlig høvir.
Endamálið við almenna fundinum er at kunna um verkætlanina.
Eitt model av bóndagarðinum verður sýnt fram, og harumframt nakað av lutum, sum hava samband við Nólsoyar Páll. Eisini verða viðkomandi myndir hongdar upp á veggin.
Skráin fyri fundin er hendan:
1. Archibal Black: setur fundin og sigur frá um seinastu ferð Nólsoyar Pálls við Royndini fríðu
2. Albert Isfelt: kunning um byggiverkætlanina og kostnaðin av henni
3. Líggjas í Bø: um Áhugafelagið Nólsoyar Páll
4. Finnur Kjølbro: søguligar hugleiðingar um Nólsoyar Páll
5. Anfinn Kallsberg: ættarmenn Nólsoyar Pálls. Anfinn endar fundin.
Um Nólsoyar Páll:
Eftir at hava verið úti í verðini og siglt, kom Nólsoyar Páll aftur til Føroya at vera í 1797/98. 11 ár seinni – veturin 1808/9 hvarv hann ímillum londini, 42 ára gamal.
Í tíðarskeiðinum frá 1801 til sín deyð búði hann úti á Oyri, á Myrkjanoyri og á Biskupstøð, og hann kom soleiðis at liva meginpartin av sínum virkna, vaksna lívið her norðuri.
Nólsoyar Páll er hetjan fram um allar í Føroya nýggjaru søgu. Hann hevði frá skaparans hond framúr evnir á so mongum økjum. Hann hevði frætt um og upplivað stórar rembingar úti í heimi, m.a. í Fraklandi og USA, har frælsis- og fólkaræðis hugsjónir vóru komnar á breddan.
Sum ein upplýstur og eldhugaður maður kom hann aftur til føðiland sítt, sum enn einki hevði merkt nakað til broytingarnar, sum vóru á veg.
Nólsoyar Páll vildi vakja fólkið og gekk á odda. Sum tann fyrsti í Føroyum í nógv hundrað ár bygdi hann havgangandi skip – Royndina fríðu -, sum hann ætlaði at nýta bæði til fiskiskap og farmaflutning, har føroyingar skuldu lærast upp til hesar vinnur.
Alt strev hansara kom sjálvandi illa við hjá embætismonnunum í Havn, sum vóru vanir at hóreiggja sær, sum teir vildu.
Teir gjørdu alt, sum teir kundu, fyri at leggja Nólsoyar Pálli meinbogar í vegin.
Samstundis sum hann gekk á odda í ymiskum verkligum virksemi, var hann eisini stórt skald. Eitt av meistaraverkum hansara – Fuglakvæðið – varð yrkt á Biskupsstøð.
Vit halda, at norðingar eiga at seta hesum merkismanni ein hóskandi varða, og vit vóna, at nógv fólk kemur á fund. Tey, sum ynskja tað, fáa høvi at melda seg sum lim í áhugafelagnum á fundinum.