Mánakvøldið 17. november verður almennur fundur um eldrarøktina í Norðoyggjum og eldraøkið sum heild.
Á fundinum kemur Magni á Laksáfoss, búskaparfrøðingur, at umrøða eina framrokning av talinun av pensjónistum, sum m.a. vísir at eldrarøktin verður stórsta samfelagsliga og búðskaparliga avbjóðingin hjá føroyska samfelagnum komandi árini.
Elsba Lütsen, økisleiðari fyri heimahjálpina í Norðoyggjum, fer at greiða frá støðuni í Norðoyggjum í dag.
Við á fundinum verður eisini forkvinna Sambandsfloksins, Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen, limur í trivnaðarnevnd løgtingsins.
Øll eru vælkomin
Á seinasta fundi sum Norðoya Sambandsfelag skipaði fyri við evninum "Búskapurin í Norðoyggjum" vóru umboð fyri allar flokkar við á fundinum og var hetta við til at gera kjakið sera áhugavert.
Vit fara aftur hesaferð at undirstrikað at fundurin er fyri øll og serliga eru býráðs- og tinglimir og onnur sum hava áhuga fyri eldrapolitikki vælkomin á fundin.
Hvar fundurin verður er ikki avgjørt enn, men verður kunngjørt seinri.
Kjak og vinningar
Høvi verður eisini at kjakast og seta spurningar.
Sum áður sagt so hevur Norðoya Sambandsflokkur fingið umsókn um stuðul til nýggjan buss til bústovnin Dáan, og í hesum sambandi verður burturluting á skránni har allur peningurin fer óskerdur til keyp av nýggjum bussi.