Í annaðkvøld, mikukvøldið, klokkan 19.30, verður almennur fundur í Løkshøll í Runavík, har endamálið er a seta kikaran á framtíðar bygnaðin í okkara fiskivinnu. Tað er Tjóðveldi, sum skipar fyri fundinum og har fara fara formaðurin, Høgni Hoydal og næstformaðurin, Tórbjørn Jacobsen, at greiða frá uppskotinum, sum flokkurin hevur um eina tilfeingisbúð, har fiskirættindi skulu seljast á uppboði við jøvnum millumbili.
Ein annar politikari, sum eisini hevur eina meining um, hvussu fiskivinnan skal skipast, er Magni Laksafoss, sum eisini er búskaparfrøðingur.
Á fundinum í Løkshøll fer hann at greiða frá sínum hugsanum um ein framtíðar fiskivinnupolitikk í einum búskaparligum ljósi.
Eftir framløgurnar verður kjak, har áhoyrarar fáa høvi til at siga sína hugsan og at koma við atfinningum og góðum ráðum.