Almennur føroyskur dansur í Haraldssundi

Haraldssund er gomul Kyndilsmessubygd. Í ár verður Kyndilsmessan ein hósdag, tí verður kyndilsmessudansurin í annaðkvøld, fríggjakvøldið.

Vit vita ikki nær tað var byrja at dansa í Haraldssundi á Kyndulsmessu, men helst er hesin siður gamal, tí Haraldssund er gomul bygd.

Fyrr varð dansað á einum neystalofti, sum bøndurnir áttu. Ikki var ókent, at skiparar áttu sítt kvæði, sum teir tók hetta kvøldið..

Men tíðin broyttist, og dansurin var niðurlagdur á Kyndilsmessu, men í nýggjari tíð er er hesin táttur tikin uppaftur og nú verður dansað í bygdarhúsinum, sigur ein av fyrireikarunum, Jónleif Johannesen.