Ólavur í Beiti
? Tað almenna skal tryggja vinnunum ávísar støguðar karmar við virðing fyri trivnaði og umhvørvi. Vinnuligu karmarnir verða støðugt raðfestir, soleiðis at vinnan fær rúm, ræsur og frið at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum sambært hugsjónini aftan fyri vinnupolitikkin.
? Í arbeiðinum at orða ein vinnupolitikk hevur spurningurin um at áseta leiklutirnar hjá tí almenna, og harvið eisini tí privata, verið mettur sum ein ógvuliga týdningarmikil táttur. Eisini í orðaskiftinum, ið verið hevur um vinnupolitikk, er hetta ein afturvendandi spurningur, verður sagt í hesum partinum, sum umrøður tað almenna í sambandinum við føroyska vinnupolitikkin framyvir.
Almenni leik-
luturin higartil
? Almenni leikluturin í Føroyum higartil hevur mest snúð seg um býti og vøkstur, meðan nógv minni dentur hevur verið lagdur á stabilitet. Royndirnar frá áttati- og nítiárunum eru ein av orsøkunum til, at føroyskar fyritøkur nú raðfesta stabilitet fremri enn vøkstur. Í hesum árum royndi tað almenna at skapa ein stabilitet við at basa einum og hvørjum óstabiliteti, sum ein vinnugrein ella fyritøka metti sum eina hóttan, ella sum kundi hava negativa ávirkan. Henda fatan av stabilitetshugtakinum førir júst til tað øvugta, við óstøðugum lógar- og regluverki og við einum viknaðum kappingaranda í vinnuni.
? Vinnan hevur ferð eftir ferð gjørt greitt, at hon vil hava tað almenna at blanda seg so lítið uppí sum møguligt, og at tann ógreiði leiklutur, ið tað almenna í Føroyum higartil hevur leikt, hevur minkað um váðafýsnið hjá íleggjarunum.
? Tað er tí við okkara egnu royndum, royndunum í øðrum smátjóðum og ynskjunum frá vinnuni, at tað almenna, vinnupolitiska málið, eigur at bera við sær »at fleiri ? við vinningi fyri eyga - vilja leggja teirra lív, tíð, orku, eldhuga, samansparing og lánføri í føroyskt vinnulív.«
? Føroyskur vinnupolitikkur má sostatt hava sum mál at tryggja stabilitet og skapa karmar fyri vøkstri. Samstundis má greitt skiljast ímillum, hvat er ein privat uppgáva, og hvat tað almenna skal taka sær av, verður sagt í frágreiðingini frá Vi-nnumálastýrinum.
Altjóða gongdin
? Gongdin í altjóða rákinum er rættiliga greið viðvíkjandi almenna leiklutinum. Tað gongur móti deregulering og fríari kapping. Almenni leikluturin verður broyttur frá at vera tann planleggjandi ígongdsetarin, ið hevur eftirlit við, at alt gongur sum ætlað, til at vera tann, ið ger umstøðurnar hjá tí váðafúsa, einstaklingi ella fyritøku, enn betri, samstundis sum tann váðafúsi sjálvur tekur ábyrgd av egnum viðurskiftum.
? Men gongdin í altjóða rákinum hevur samstundis eisini eina aðra gongd. Tær einstøku tjóðirnar kappast um at draga vinnur til sín. Hetta verður bæði gjørt við at kappast um at veita góðar og lagaligar karmar og við at kappast um at fáa vælútbúgvin fólk at búsetast í landinum við at bjóða teimum haldgóðar tænastur og góð lívskor.
? Almenni leikluturin broytist soleiðis fullkomuliga, men gerst ikki minni ella týdningarleysur, heldur hin vegin. Almenni leikluturin gerst tvørfakligur, og kravið um professionalismu, fyrimyndarligt tænastustig og góða samskipan verður ófrávíkiligt.
Raðfestast ovarlaga
? Tað kann valla vera nakar ivi um, at vit mugu raðfesta búskaparligan vøkstur sera ovarlaga. Hetta kann eisini beinleiðis síggjast í vinnupolitisku hugsjónini, ið byrjar við orðingini »Ein sjálvberandi búskapur.« Skulu vit verða sjálvbjargin, gerst hetta bert við stórum, vinnuligum vøkstri og kappingarføri í altjóða arbeiðsbýtinum.
? Samstundis má ásannast, at ynskini frá vinnuni í Føroyum snúgva seg fyrst og fremst um at fáa stabilitet, stabilar karmar og stabilitet í lóggávu. Júst stabilitetur er ein fortreyt fyri at fara inn í og taka avbjóðingarnar í tí óstabiliteti, sum framtíðin førir við sær.
? Vinnupolitiskt kann virkishugurin í vinnuni heldur styrkjast við kveikjandi karmum fyri virksemi og við at taka forðingar burtur, samstundis sum tað almenna heldur seg frá at spæla leiklutin hjá tí váðafúsa. Verða leiklutirnir ikki hildnir hvør sær, koma stabiliserandi tiltøk at vera tulkað sum óstabilitetur, og samstundis viknar kappingarandin í vinnuni. Hin vegin eigur tað almenna at fáa íblástur og ávirkan frá vinnuni. Tað er tí týdningarmikið, at tað almenna við høvuðsskipaðum og greiðum mannagongdum tryggjar sær at fáa eitt gott samanspæl við vinnuna, so at bland ikki kemur í leiklutirnar.
? Ein fortreyt fyri eini kappingarførari vinnu er, at almenni leikluturin fylgir altjóða rákinum. Hetta merkir, at tað almenna má kappast fyri at fáa neyðugar íleggjarar og ta vitan, sum skal til fyri at fáa gongd á fleiri og nýggjar vinnur í Føroyum. Tað almenna skal kappast við aðrar tjóðir um at fáa lært fólk og kapital at leita til Føroyar.
Miðar ímóti
Og at enda verður m.a. sagt í hesum partinum av frágreiðingini, at vinnuligu karmarnir verða støðugt raðfestir, soleiðis at vinnan fær rúm, ræsur og frið at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum sambært hugsjónini aftan fyri vinnupolitikkin.
? Vinnufyrisitingin miðar ímóti: at vera væl samskipað; at hava høvuðsskipaðar og greiðar mannagongdir; at virka á høgum tænastu- og vitanarstigi; at hava fjøltáttað samskifti og at geva sær far um og virka fyri framtíðar vinnumøguleikum við stórari virðisøking.