Almenna umsitingin minkast 100 fólk um árið

Tey næstu árini skal talið á almennum starvsfólki minka 100 fólk um ári. Tað er ein uppskrift, sum Fólkaflokkurin hevur upp á at spara í almenna rakstrinum.

Fólkaflokkurin vil ikki taka undir við uppskotinum um fíggjarkarm, sum varð borið í Løgtingið nakrar minuttir í midnátt í gjárkvøldið.

Sum vit greiða frá longur niðri á Portalinum, krevur Fólkaflokkurin at fleiri almennar sparingar verða settar í verk. Og fyrrenn undirtøka er fyri hesum, fer flokkurin heldur ikki at atkvøða fyri uppskotum um hægri avgjøld á vinnulív og borgarar, sum er ein fortreyt fyri at fáa fíggjarkarmin hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum at hanga saman.

Eitt spariuppskot hjá Fólkaflokkinum er at seta ein avmarkaðan setanarsteðg í gildi í teirri almennu umsitingini.

Hann vísir á, at ein uppgerð frá fíggjarmálaráðnum vísir, at hvørt ár fara 150 almenn starvsfólk úr starvi við natúrligari frágongd av ymsum slagi.

Men tað uppgerðina trýr fólkafloksformaðurin ikki uppá.

- Samstundis hava vit fingið at vita, at bara Landssjúkrahúsið setir 120 fólk í starv um árið fyri starvsfólk, sum fara frá av nátúrligum ávum, so eg havi ikki álit á uppgerðina í fíggjarmálaráðnum, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at útrokningar hjá Fólkaflokkinum vísa, at tað rætta er, at eini 300 almenn starvsfólk, sum hvørt ár fara úr starvi við natúrligari frágongd.

Ein partur av hesum eru starvsfólk í heilsuverkinum, skúlaverkinum og almannaverkinum og tey ber ikki til at spara burtur.

- Men, hvat restin viðvíkur, ber væl til at spara og tað, sum vit hava skotið upp, er, at fyri hvørji 300 almenn starvsfólk, sum fara úr starvi við natúrligari frágongd, skulu 200 setast aftur.

- Av tí sama fer almenna umsitingin at minka 100 fólk um árið.

- Men sostatt merkir setanarsteðgurin merkir ikki, at nakað starvsfólk skal sigast upp. Tvørturímóti hava vit skotið upp, at vit seta 200 nýggj almenn starvsfólk um árið og tí eru skuldsetingar um at ungfólk ikki kunnu flyta heimaftur, heilt burturvið.

Afturfyri tey 100 fólkini, sum almenni geirin minkar hvørt ár, skulu so almennir stovnar leggja saman fyri at rationalisera og spara, sigur Jørgen Niclasen.

Hann nevnir, at vit hava einir 20-25 eftirlitsstovnar, ráð og nevndir av alskyns slagi, sum saktans kunnu leggjast saman í munandi færri stovnar.

Hann nevnir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Umhvørvisstovuna, kappingareftirlit, skipaeftirlit, fiskiveiðieftirlit, landsgrannskoðara, Løgtingsins Umboðsmann, landsstýrismálanevnd, fyri at nevna nøkur dømi.

Somuleiðis er við øllum almennari innkrevjing, skráseting og almennum bókhaldi, har vit eisini hava fleiri stovnar, sum kunnu leggjast saman, eitt nú Hagstovuna, Taks, Landsbankin og Gjaldsstovuna.