Tað er undrunarvert, at løgtingsmennirnir úr Suðuroy eru púra kúrrir, meðan løgtingskvinnan úr Norðoyggjum Mamy Dahl Sørensen ger vart við umstøðurnar hjá hesum skúla.
Tingkvinnan úr Norðoyggjum spyr hvørjar ætlanir landstýrismaðurin hevur við almanna- og heilsuskúlanum á Tvøroyri.
Hetta er ein viðkomandi spurningur, sum hevur stóran áhuga og týdning fyri øll sum skulu brúka skúlan bæði næmingar og lærarar. Skúlin hevur eisini stóran týdning fyri eldraøkið, tí tað er altíð ein fyrimunur, at tey sum eru um tey eldru hava so góða útbúgving sum gjørligt.
Verandi hølisviðurskifti á almanna-og heilsuskúlanum.
Skúlin húsast í einum leigaum húsum, sum Tvøroyrar kommuna gjørdi brúkilig fyri eina millión krónur. Skúlin leigar eisini nøkur hølir í einum privatbygningi og til seinast leigar skúlin nú eisini musikskúlastovuna í Tvøroyrar skúla.
Hetta er sjálvsagt ikki ein loysn sum kann góðtakast og mugu nøktandi hølisviðurskifti tí koma uppá pláss sum skjótast.
Lígjast óhugnaliga nógv.
Hølisviðurskiftini á almanna-og heilsuskúlanum líkjast óhugnaliga nógv viðurskiftunum á fiskivinnuskúlanum í Vestmanna og øll vita hvussu nógv ár hetta hevur staði við. Báðir skúlanir hava alstóran týdning fyri føroyingar, fiskivinnuskúlin fyri at vit kunnu fáa mest møguligt burtur úr okkara primervinnu og almanna-og heilsuskúlin fyri at tey, sum eru um okkara eldru hava so góða útbúgving sum gjørligt.
Ein landsuppgáva.
Tvøroyrar kommuna hevur gjørt hvat hon kann, bæði fyri at skaffa hølir til sjálvan skúlan og til næmingarnar sum koma á skúlan. Somuleiðis kann kommunan bjóða barnaansing eftir vanligum treytum, til teir næmingar sum hava børn við.
At syrgja fyri nøktandi hølisviðurskiftum er ein landsuppgáva, ikki ein kommunal uppgáva, men trupuleikin hevur alla tíðina veri og er, at landsmynduleikarnir ikki vilja geva skúlanum nøktandi sømdir. Tí er tað alneyðugt, at tingfólk vísa dirvi og geva hesum skúlum góðar umstøður.
Tingborg til 32 fólkavaldar ella skúlar til hundra tals næmimgar.
Teir fólkavaldu meta ikki, at hølisviðurskiftini hjá hesum skúlum hava tann stóra týdning, tí teir vilja heldur at brúka 100 milliónir uppá egnu hølisviðurskifti.
Havi nú dirvi fyri einaferð skyld, takið eina støðu sum er virðilig, steðga ørvitisprojektinum við tinghúsinum og brúki peningin til neyðugar skúlar og eldraøkið.