Meðan eitt ella kanska bara tvey lið eru einaráðandi í fótbóltsligum kring Evropa, so er støðan heilt øðrvísi í Svøríki, har føroyski landsliðsspælarin, Brandur Hendriksson Olsen nú skal royna seg í Helsingborgs IF.
Svenska ligan, ið nevnist Allsvenskan hevur nógvar áskoðarar, nógvan spenning, og tað sum er sunnast og best fyri eina fótbóltsligu, nevnliga nógvar ymiskar meistarar gjøgnum 20 tey seinastu kappingarárini.
Hesi 11 liðini hava vunnið svenska meistaraheitið síðani 2000:
2000 – Halmstads BK
2001 – Hammarby IF
2002 – Djurgårdens IF
2003 – Djurgårdens IF
2004 – Malmö FF
2005 – Djurgårdens IF
2006 – IF Elfsborg
2007 – IFK Göteborg
2008 – Kalmar FF
2009 – AIK Stockholm
2010 – Malmö FF
2011 – Helsingborgs IF
2012 – IF Elfsborg
2013 – Malmö FF
2014 – Malmö FF
2015 – IFK Norrköping
2016 – Malmö FF
2017 – Malmö FF
2018 – AIK Stockholm
2019 – Djurgårdens IF
11 meistarar gjøgnum 20 kappingarár eru tað ikki nógvar fótbóltsligur sum kunnu breggja sær av, men henda sunna kappingin hevur havt ein øktan áhuga fyri Allsvenskuni við sær í Svøríki.











