'Allo 'Allo fyri seinastu ferð

Leygardagin klokkan 16 verður seinasti møguleiki at síggja skemtileikin 'Allo 'Allo.

Leygardagin klokkan 16 verður eykasýning av skemtileikurin 'Allo 'Allo í Løkshøll í Runavík. Tað er Losjan Glotti í Gøtu, sum stendur aftan fyri leikin, sum hevur verið fram úr væl vitjaður - og ikki minni umtóktur.

 

Úr Gøtu verður sagt, at eftir 26 útseldum sýningum í Losjuni við Gøtugjógv og nú trimum útseldum sýningum í Løkshøll, er nú allar seinasta sýningin sett til sølu.

 

Tað er eykasýningin í Løkshøll nú leygardagin klokkan 16. 

 

- Fyrsta sýning var hin 29. oktober, og siðan vóru fleiri sýningar vikurnar eftir. Í desember høvdu leikararnir ein steðg, og síðan varð herjað á aftur longu 5. januar. Higartil hava fleiri enn 3000 fólk sæð skemtileikin.

 

'Allo 'Allo er ein gamal kenningur av heimsins pallum og sjónvarpsskíggjum. Jeremy Lloyd og David Croft skrivaðu leikin í 1992 við støði í sjónvarpsrøðini, sum gekk á BBC One í 1980-unum.

 

Nógv munnu minnast neyðars kaféeigaran René Artois, sum í krígsherjaða Fraklandi manrerar millum týska og bretska hervaldið við stolnum og fjaldum málningum og pylsum.

 

Vápnaður við sjarmu roynir René at gera hervaldinum, mótstøðurørsluni, konuni og elskarindunum til vildar, men hetta er sjálvsagt eingin løtt uppgáva, tá kríggj og kaos setir dagsskránna.

 

Tað er Súsanna Tórgarð, sum hevur leikstjórnað, og serstaka pallin hava Nicolaj Falck og Klæmint Isaksen bygt og sniðgivið.

 

Tey, sum ynskja sær atgongumerki til hesa avgjørt seinastu sýningina av skemtileikinum 'Allo 'Allo, kunnu venda sær til tlf. 280820. Atgongumerki kunnu eisini keypast um heimasíðuna www.loksholl.fo