Í gjár komu teir fyrstu landsliðsmenninir heim at fyrireika seg til teir báðar landsdystirnar, sum vera komandi vikuna. Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson komu úr Danmark, og teir skulu eftir ætlan venja tvær ferðir við KÍ, áðrenn teir hósmorgunin saman við hinum landsliðsmonnunum møtast at fyrireika seg til landsdystirnar móti Skotlandi og Bosnia-Hersegovina.
Julian Johnsson er eisini á veg heim, og hann er væl hvíldur, tí tað varð ikki spælt í norsku kappingini í vikuskiftinum, og harvið var sigurin hjá Kongsvinger, sum vit umrøddu í síðstu viku, hin fyrsti hjá Kongsvinger í ár, og hann var vunnin í síðsta dystinum undan landsdystinum. Mikudagin koma Uni Arge og Jens Martin Knudsen heim av Ólafsfirði.
Vunnu í Reykjavík
Leygardagin vóru teir í Leiftri í Reykjavík og spældu móti Víkingi. Fyri Páll Guðlaugsson, Una Arge, Jens Martin Knudsen, nevndina og ikki minst stuðulsfólkini hjá Leiftri var tað av alstórum týdningi, at tað eydnaðist teimum at koma á stigatalvuna.
Leiftur legði bragdliga fyri, og hugburðurin var alla tíðina, at tað skuldi stríðast fyri søkini, og tað skarst væl. Leiftur kom longu á odda í triðja minutti. Tað var álopsmaðurin úr Brasilia, Santos, sum skoraði, og sami maður økti til 2-0, tá ein hálvur tími var farin. 2. hálvleikur var bara tríggjar minuttir gamal, tá Uni Arge fekk fyrsta málið í landskappingini í ár. Í fyrstu atløgu stútaði føroyski álopsmaðurin í stólpan, og í aðru atløgu var hann sjálvur fyrstur á returbóltinum og smekkaði upp undir nettakið.
Tað leikaði hart á, og Jens Martin var á ongan hátt arbeiðsleysur. Eydnan var eisini við Leiftri, tí ikki minni enn tvær ferðir raktu teir í Víkingi stólpan, uttan at bólturin fór í málið.
Týskvøldið er næsti dysturin hjá Leiftri á skránni. Ásetingarnar siga, at hann verður á Ólafsfirði móti Keflavík, og nú er summarið komið so mikið fyri seg, at tað er spælandi á grasvøllinum har norðuri.
Vunnu í Parkini
Todi Jónsson var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá FCK, tá kreppurakta liðið fríggjakvøldið frammanfyri knapt fjøruti túsund áskoðarum í Parkini vann 1-0 móti Brøndby. Harvið var eitt sindur av æruni hjá FCK bjargað eftir eitt syndarliga vánaligt kappingarár, og harvið misti Brøndby so at siga allar vónir um at endurvinna meistaraskapin.
Kappingarneytin hjá Toda til eitt pláss í álopinum, David Nielsen, ið er greiður toppskjútti hjá FCK, skoraði einasta málið fýra minuttir undan steðginum. Todi Jónsson kom inn fyri júst David Nielsen, tá ein lítil hálvur tími var eftir at spæla. Í donsku pressuni verður sagt, at Todi var væl upplagdur, men fyritreytirnar hjá álopsmonnunum hjá FCK vóru ikki so góðar síðstu løtuna, tá liðið lá aftarlaga og vardi tað, teir høvdu vunnið í 1. hálvleiki.
Vunnu í Herfølge
Í vár hevur Viborg verið nevnt favoritt dreparin, og tað hevur ikki verið uttan orsøk, tí liðið úr Jyllandi hevur vunnið á m.a. FCK, Brøndby og AaB.
Hesa ferð vóru teir í Herfølge og vitjaðu. Niðurgongdin hjá Jákupi Mikkelsen og teimum tykist vera steðgað. Herfølge vann 4-1, og Jákup var sum altíð ein tryggur aftasti skansi.
Tað undarliga við dystinum var, at ein og sami maður hjá Herfølge ? hann eitur Ulrik Drost ? skoraði trý mál, og at maðurin eftir dystin lýsti seg sjálvan til sølu. Hann segði tað vera heilt greitt, at hann fer ikki at halda fram saman við Jákupi Mikkelsen og teimum, og tað kann ikki sigast annað, enn at trý mál í einum dysti vóru góð reklama fyri álopsmannin.
AaB meistari
Danska fótbóltskappingin er ikki heilt avgjørd enn. Men eftir Brøndby tapið í Parkini móti FCK er tað alt, sum bendir á, at AaB úr Aalborg fer at vinna DM í ár.
Hesa ferð hevði AaB vitjan av niðurflutta B93, og kandidatarnir til meistaraheitið høvdu ilt við at taka seg saman at gera mál, men í 2. hálvleiki skoraðu teir tvær ferðir, og nú eru teir fimm stig undan Brøndby, og tað eru bara tveir dystir eftir at spæla.
AGF og AB skuldu spæla í gjárkvøldið.
Aarhus Fremad flytir niður í 1. deild. Tað varð staðfest sunnukvøldið, eftir at teir høvdu tapt 4-1 móti Silkeborg. Lyngby vann 2-0 á heimavølli moti Vejle, og harvið er tað mest sum greitt, at Lyngby fer at spæla í UEFA Cup komandi ár.
Danski fótbóltsheimurin gleðist um, at tað vera tvey av stóru feløgunum í donskum fótbólti, sum fara at avloysa B93 og Aarhus Fremad. Nýggju liðini verða OB og eftir øllum at døma Esbjerg. Í báðum førum er talan um kend feløg, og í báðum førum kunnu áskoðararnir vera nógvir, um liðini fáa vind í seglini.jh










