Allir nýføðingar kannast fyri álvarsama sjúku

Fyrstu nýføðingarnir verða kannaðir longu í næstu viku

Nú skulu allir nýføðingar í Føroyum kannast fyri álvarsomu sjúkuna, cystiska fibrosu. Tað hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, tikið stig til, og teir fyrstu nýføðingarnir verða kanningarnar longu í næstu viku.

 

- Við at kanna allar nýføðingar fyri cystiska fibrosu ber til at finna sjúkuna fyrr enn í dag og harvið verður møguligt at seta í verk neyðuga viðgerð beinanvegin, sigur hon.

 

- Hetta merkir færri innleggingar, minni tørv á intensivaru viðgerð, og yvirhøvur bøtir tað um sannlikindindi fyri at kunna liva eitt betri og longri lív.

 

- Allir nýføðingar fáa longu tikið blóðroynd í hælinum stutt eftir føðing, og børnini verða longu kannað fyri fleiri álvarsligar sjúkur. Frameftir verður eisini kannað fyri cystisk fibrosu.

 

- Cystisk fibrosa er ein ógvuliga álvarslig sjúka og vit mugu gera alt vit megna fyri at geva hesum børnum ein so góðan uppvøkstur sum gjørligt, sigur Sirið Stenberg.