Fiskivinna
Fyrstu tveir dagarnar í hesi vikuni verður neyvan nøkur ísfiskalanding í Klaksvík, men mikudagin er væntandi, at trolararnir Safir og Smaragd koma inn at landa.
Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík verður sagt, at Safir og Smaragd hava gjørt nakrar túrar, síðan teir fóru til fiskiskap aftur fyrr í ár, og sum skilst hevur veiðan verið brúkilig, sum tikið verður til.
Í morgun landa teir trolaran Haki, sum JFK rekur. Skipið fiskar í Grønlandi og veiðan, sum skipið leggur upp í Klaksvík í dag, er um 350 tons av frystum fiski, meginparturin svartkalvi og toskur.
Fiskurin verður í fyrsta lagi koyrdur norður á frystigoymsluna í Ánunum.
Úr Klaksvík siga teir annars frá smáligum útróðri, og seinastu tíðina hevur allur línuflotin ligið við bryggju, tí tað er ikki lønandi at loysa skipini við verandi fiskiskapi og fiskaprísum.
- Væntandi loysir línuflotin ikki aftur fyrr enn seinni í august, siga tey á Landingarmiðstøðini.








