Allir kassarnir lætnir upp í vár

-

Veðrið fáa vit onki gjørt við.

Men annars skuldi fortreytirnar hjá útróðrinum at gera tað gott í várróðrinum í ár, verið nógv betri í ár, enn tær vóru í fjør.

Í øllum førum hevur fiskimálaráðharrin nú gjørt av at lata allar kassarnar norðanfyri og vestanfyri upp fyri snelluni í vár Teir vórðu eisini lætnir upp í fjør, men tað var so seint, at tað kom lítil og ongin nytta burturúr tí. Men í ár verða kassarnir lætnir upp í góðari tíð og tað skuldi verið ein góður bati hjá útróðrinum, ikki mint, tá ið hugsað verður um, at várróðurin er besta tíðin hjá útróðrarbátunum yvirhøvur

Útróðrarmenn siga, at várróðurin er stuttur Og verða so leiðirnar avmarkaðar aftrurat, eru umstøðurnar at fáa nakað munagott burturúr, ikki so góðar.