- Allir føroyingar skulu fáa eitt borgarakort

Hetta kortið skal tryggja føroyingum atgongd til føroysku náttúruna

Sjálvstýri roknar við einum stórum vøkstri í ferðafólkatalinum komandi árini. Tí ætlar flokkurin at gera ítøkilig átøk fyri at fokusera meira uppá at tilrættisleggja ferðavinnuna heldur enn at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnumál. 

Í hesum sambandi er ætlanin at innføra eitt náttúruverndargjald á 100 krónur fyri hvørt ferðafólk. Hetta gjaldið skal sambært flokkinum geva 8 milliónir í landskassan árliga, og hesir pengarnir skulu brúkast til at verja náttúruna.

Sjálvstýri leggur serligan dent á smáplássini og útoyggj, tí hesi støðini eru undir serliga stórum trýsti. Jógvan Skorheim vísti á tíðindafundi í áðni á, at hesi økini fáa nógv ferðafólk hvørt ár, men økini fáa ikki nakra serliga inntøku burturúr ferðafólkunum. Tí er tað ein sjálvfylgja, sambært Sjálvstýri, at útlendingarnir skulu gjalda fyri at uppliva oyggjarnar. Gjaldið kann vera við til at fíggja og betra um eitt nú infrakervi, net, ljós, lendingar og annað viðkomandi á smáplássunum.

Fyri at skipa hetta ætlar Sjálvstýri at geva øllum føroyingum eitt sokallað borgarakort, ið gevur føroyingum serlig rættindi at ganga frítt í haga og fjøru. Men hetta kortið skal bara vera fyri føroyingar, sum búgva og virka í Føroyum. Tað vil siga, at um tú flytir til Danmarkar í morgin, so skalt tú gjalda fyri at koma í hagan í næstu viku. Ætlanin er tó at gera undantøk fyri eitt nú lesandi uttanlands.