Tær sjey dámurnar, sum hava myndað Ólavsøkukabarettina í ár, takka fyri seg á hesum sinni!
Tað hevur gingið við rúkandi ferð, síðani dyrnar løtu upp til fyrstu framførluna, sum var sunnudagin 27. juli og til nú, farið verður undir ta allarseinastu sýningina, sum verður 2. august kl. 19.
Tær hildu tað, tær lovaðu: at fólk skuldu fáa andsperri í búkmusklar og hald í kjálkar av at flenna!
Útselt hevur verið til allar sýningarnar og um 1800 áskoðarar hava vitjað í Sjónleikarhúsinum hesar dagarnar.
Spennandi verður at vita, hvussu kabarettin verður komandi ár: kvinnukabarett ella mannfólkakabarett ella hví ikki við báðum kynum?










