Arbeitt verður nú við at seta eina skipan í gildi, har allar útoyggjarnar fáa hvør sín lívbjargara.
Her er ikki talan um ein lívbjargara, ið vit kenna úr svimjihallum, men um eitt fólk ið hevur servitan í bráðfeingis sjúkrarøkt á ymsum økjum.
Hetta staðfesti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum á útoyggjastevnuni, sum var í Hesti um vikuskifti.
Hetta er ein skipan, ið verður kalla First Responder á enskum og í hesum sambandi er ætlanin at seta fólk á útoyggjunum, ið kunnu veita bráfeingis hjálp í sambandi við skaðar, ella brádliga íkomnar sjúkur hjá fólki.
Umframt at hava eina servitan í bráðfeingis sjúkrarøkt hevur hesin lívbjargarin eisini atgongd til eina tasku við hjartastartara, súrevni, og alskins aðrari útgerð, ið kann nýtast til bráðfeingis sjúkrarøkt á staðnum.
Sirið Stenberg sigur, hesir útoyggja lívbjargararnir skulu vera fólk, ið býr á oynni, so sum vanliga eru til staðar á oynni, og sum hevur verið á skeið í bráðfeingis sjúkrarøkt.
- Hendan skipanin fer í enn størri mun at tryggja borgarar á útoyggj í sambandi við sjúku ella vanlukku, samstundis sum at sjálv trygdarkenslan eisini batnar, sigur hon.
- Við hesi skipan kann ein lívbjargari viðgera ein sjúkling til tyrla lukkast at koma á staðið eftir honum og hetta er ein skipan, sum kann bjarga lívum, sigur Sirið Stenberg.