Sunnudagin var dagur í viku úti á Sosialinum úti á Argjum. Børn og vaksin vóru komin saman um jólatræið í blaðhúsinum, har dansað varð um jólatræið, meðan børn og vaksin sungu av hjarta.
Tað hoyrdist heilt niðan á Hamaran, tá børnini trampaðu til sangin um Nissumammu og Nissupápa ? og Jólamaðurin Kjøtkrókur man hava lýtt á, tá sungið var um jólamannin við síðum, gráum skeggi ? tí brádliga so kom hann oman Rossagøtu við posanum á baki.
So har var alt, sum tað eigur at vera. Tí hvørjaferð børn og vaksin dansa um jólatræið á Sosialinum, so kemur jólamaðurin.
Hóast onkur hevði hug at smæðast jólamannin, so verða børn og vaksin í góðum lag, tá hann kemur, og altíð veit hann okkurt at siga børnunum um, hvar foreldur teirra gjørdu, tá tey vóru lítil.
Og sjálvandi veit jólamaðurin tað, tí hann kennir øll børn ? og hevur altíð kent øll børn!