Allar familjurnar á festivalinum hava vitjað her

- Eg vænti allar familjurnar, sum hava vitjað á Summarfestivalinum eisini hava verið á Silvalandi, sigur Annika Steintórsdóttir Biskopstø, fyriskipari av Silvalandi.

 

 

Tað hava verið fólk í Badmintonhøllini og KÍ høllini frá klokkan 14, tá dyrnar hava latið upp inntil tiltakið endaði á leið klokkam 20 allar dagarnar, greiðir hon frá. 

 

 

-Tað er torført at meta um, hvussu nógv fólk hava vitjað, men tað hava verið ómetaliga nógv fólk, sigur fyriskiparin.

 

 

Silvalandið hevur verið líkt tí, sum hevur verið undanfarin ár, men tó so hava fyriskipararnir gjørt meir burturúr at pynta hallirnar og harvið at skapa ein hugna, sum møguliga er torførur at skapa í eini ítróttarhøll.

 

 

- Vit hava eisini lagt okkum eftir at skráin skal verða spennandi og rigga væl. Tað hevur verið nógv ymiskt á skránni, so sum Bubu, Maria á Lakjuni, Kular Røtur, Kaptain Gardar, víkinga framførsla og eisini hevur verið kvøtt, sigur hon. 

 

 

- Íblásturin til tiltakið er komin frá undanfarnum tiltøkum, men eisini frá at hava vitjað ymisk spælilond í Norðurlondum, sigur Annika Steintórsdóttir Biskopstø.

 

 

Hon er væl nøgd við Silvalandið í ár, og hevur longu fleiri góð hugskot til næsta ár.

 

 

- Vit hava snakkað um, at til komandi ár byggja vit víðari uppá hetta, tí tað hevur riggað væl, hóast man altíð kann gera tingini betur og hugnaligari. Eg havi fleiri ting í huga, sum høvdu verið stuttlig at roynt, sigur hon.