SKADDUR KÍ SPÆLARI
Nú er greitt, at Allan Joensen í KÍ fer ikki aftur at spæla fótbólt í hesum árinum. Eftir vitjan hjá serfrøðingum í Århus í síðstu viku er staðfest, at talan ikki verður sum skurðviðgerð í hælsinuni, sum seinastu átta árini hevur hildið dugnaliga spælaranum nógv burtur frá fótbóltinum.
Tað var KÍ venjarin Ove Flindt?Bjerg, sum umvegis gamla felagið hjá sær, AaB, fekk samband við serfrøðingar í Århus, sum hava nógvar royndir við ítróttarskaðum og ikki minst av tí slagnum, sum Allan er og leingi hevur verið plágaður av. Allan vónaði, at tað eftir skurðviðgerð fór at bera honum til skjótt at koma fyri seg aftur, men nú staðfestir hann, at hetta verður av ongum.
? Teir søgdu seg ikki hava góðar royndir av skurðviðgerðum. Serliga ikki tá ið tað sum í mínum føri hava verið tvær royndir gjørdar við skurði. Ráðini, sum eg fekk, vóru at fara undir miðvísa venjing eftir ætlan, sum teir góvu mær við til hús aftur. Teir siga seg rokna við, at brunin verður burtur um eitt hálvt ár og harvið pínan, sum ber við sær, at eg ikki fái spælt, sigur 30 ára gamli Allan Joensen.
Venjingarætlanin hevur einki við fótbólt at gera. Talan er um rørsluvenjingar við elastikki og á javnvágsbretti, og so ber tað til at svimja og súkkla.
Nyttar ikki at treiskast
Í 1996 fekk Allan Joensen, sum klaksvíkingar mettu at vera evnaríkasta spælaran hjá teimum, fyrstu ferð trupulleikar við fótliðnum. Í 1997 slitnaði hælsinan fyrru ferðina, og hon er slitnað eina ferð síðani tá. Báðu ferðirnar hevur verið roynt at bøta um skaðan við skurðviðgerð. Úrslitið hevur hvørgu ferðina verið nóg gott til, at Allan Joensen hevur vunnið fulla fótbóltsførleikan aftur. Eitt nú hevur hann havt trupulleikar av arrvevnaði, og brunin er skjótt komin aftur.
? Fótbóltshugurin hevur verið so góður, at eg havi treiskast meiri, enn eg ivaleyst átti at havt gjørt. Eg havi vant og spælt, inntil pínan hevur verið so stór, at tað als ikki bar til. Tað eru nógv dømi um, hvussu torført tað er hjá ítróttarfólkum at sleppa av við sovornar skaðar. Eitt feskt dømi er norðmaðurin Erik Mykland, sum Todi Jónsson hevur spælt saman við í FCK. Hann hevur verið til kanningar hjá somu monnum, sum eg var hjá í síðstu viku, og hann hevur fingið somu boðini. Tað er ov vandamikið at skera, har tað frammanundan er skorið fleiri ferðir.
Hevur tú mót um, at tú aftur fert at spæla fótbólt á hægsta støði?
? Eg vónaði, tá ið eg fór til Danmarkar, at tað fór at bera til at loysa trupulleikan, so eg fór at verða førur fyri at spæla heilt skjótt. Men soleiðis verður tað ikki. Eg ætli mær at fylgja venjingarskránni, sum teir í Århus góvu mær, og so fáa vit at síggja. Eg eri vónbrotin av, at eg ikki fái høvi at hjálpa KÍ, sum fyllir hundrað í ár, men tað gerst einki við tað. Eg eri fegin um, at útvegir vórðu gjørdir, so eg kundi koma undir serkøna hond. At tað verður strevið, og at freistingin at fara at venja, tá ið pínan verður minni, verður stór, ivist eg onga løtu í. Royndirnar seinastu nógvu árini hava víst, at tað nyttar ikki at treiskast, og tað má eg læra meg at liva við, sigur Allan Joensen.