Mikukvøldið hevði ÍBV í Vestmannaoyggjunum vitjan av Víkingi úr Reykjavík. Og høvuðsstaðarfelagið varð sent til hús aftur við einum 3?0 tapi í viðførinum.
ÍBV, sum fyrst og fremst spælir fyri at varðveita næstfremsta plássið og harvið rættin til luttøku í UEFA Cup, men eisini er klárt at halda seg framat, um oddaliðið, KR, skuldi snáva, var sannførandi, og føroyski landsliðsmaðurin, sum hesa síðstu tíðina ikki hevur fingið fulla spælitíð, var við allar 90 minuttirnar, og Allan Mørkøre átti sín góða lut í, at tað gekk so væl hjá ÍBV.
Fyrra umfarið var hálvrunnið, tá ÍBV eftir uppspæl frá Allani Mørkøre setti hol á, og seinni økti føroyski landsliðsmaðurin til 2?0.
Sigurin hjá ÍBV bøtti ikki um møguleikarnar hjá ÍBV at endurvinna meistaraskapin frá í fjør. KR var á Laugardalsvøllinum í Reykjavík og spældi móti Fram, og tað var eingin slingur í valsinum hjá oddaliðnum, sum vann 2?0.
Íslendsku fjølmiðlarnir gjørdu í fyrradagin eitt sindur burturúr, at KR longu í fyrrakvøldið kundi vinna meistaraskapin. Tað høvdu teir gjørt, um ÍBV hevði tapt móti Víkingi, samstundis sum KR hevði vunnið. KR er fimm stig frammanfyri ÍBV, og tað eru tvey umfør eftir at spæla. Tað vil við øðrum orðum siga, at um alt gongur, sum tað kann roknast við, so vinnur KR meistaraskapin, tá næstsíðsta umfarið verður spælt annað vikuskifti.