Hann er koppsettur, men er kortini smittaður og heitir á øll um at koppseta seg skjótast gjørligt.
Hann skrivar soleiðis:
»Hey góðu øll somul - Her er ein lítil uppdatering frá Hotel Djurhuus. Vegna tað, at eg enn eri ov sjúkur, so sleppi eg ikki úr kamarinum enn. Havi tíverri verið og eri enn rættiliga vánaligur, av hesi forbrendu sjúku. So eg havi eitt at siga til okkum øll.
– Vælsignaðu øll, vaccinerið tykkum skjótast gjørligt. Hetta er ikki at spæla við.
– Tá eg kann blíva so sjúkur og havi báðar vaccinurnar, so Guð náði tú meg, um eg ikki hevði tær!!!
– Latið vera við at nýta orku við at siga, at hetta ikki er til og at man ikki blívur sjúkur av hesum. Man kann blíva SERA sjúkur av hesum!
– Latið okkum øll vaccinera okkum, so vit kunnu liva fríari og betri her heima á klettunum, skrivar Allan Samuelsen á Facebook.