Allan Mørkøre var í góðum lag, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin leygardagin.
? Taktikkurin hjá okkum riggaði til fulnar, tí vit fingu teir at gera júst tað vit vildu hava teir til: At spæla langar bóltar í staðin fyri at fáa okkum at renna eftir teimum allatíðina, segði Allan Mørkøre.
? Tað var eisini ein fyrimunur fyri okkum, at teir lutfalsliga tíðliga tóku seg longri aftur á vøllin, men vit fingu trupulleikar, tá vit skuldu til at skapa dystin, tí tað eru vit jú ikki serliga vanir við.
Allan Mørkøre sá væl, hvat hendi, tá skotski risin Matt Elliott bleiv tveittur út.
? Eg skuldi júst til at taka innkast, tá eg sá hann sláa fyrstu ferð. Eg bað dómaran hyggja yvir har, og hann vendi sær á og sá, at okkurt var áfatt. Linjudómarin fekk tað við, og so fekk hann reytt. Tað var rættiliga býtt av honum, helt Allan.
Linjudómarin, sum sá tilburðin, var Nelly Vierrot. Hetta er fyrstu ferð, at ein kvinna hevur verið partur av dómaratríbólkinum, men Allan Mørkøre helt ikki, at hon stóð seg verri enn eitt mannfólk hevði gjørt.
? Eg havi ikki roynt fyrr at spælt við einum kvinnuligum linjudómara, men hon kláraði tað fínt.
Javnleikurin móti Skotlandi skuldi verið eitt gott útgangsstøði áðrenn dystin í morgin móti Bosnia-Hersegovina.
? Vit hava lagt grundarsteinin nú, og fleiri vænta nú ivaleyst, at vit fara at vinna móti Bosnia. Men vit fara ikki at broyta okkara spæl. Vit fara framvegis at liggja afturi á vøllinum og bíða eftir kontramøguleikunum, sum vit altíð hava gjørt, segði Allan Mørkøre.
? Vit vita, at úrslitini hjá okkum verða betri og betri, og fyrr ella seinni koma marginalarnir í okkara part. Tað gjørdu teir hesaferð, og við eitt sindur av hepni kundu vit vunnið.