All That Rain við nýggjum sangara

Rókur Jakobsen hevur verið ein av profilunum í Prix Føroyar tónleikakappingini, og hesaferð skal hann verða oddamaður í bólkinum All That Rain. Hann heldur, at tað er spennandi at ganga nýggjar leiðir

ATR

Rókur Jakobsen kom inn á føroyska tónleikapallin sum eitt stjørnuskot í 90'unum, og í 1999 vóru hann og restin av manningini í Tangz eitt spennandi ískoyti til Prix Føroyar tónleikakappingina.
Síðani hevur Rókur Jakobsen verið við í Prixnum hvørjferð, og hann hevur samanlagt verið við trimum ymiskum bólkum. Leygarkvøldið fer hann aftur á pallin til eitt Prix-umfar. Hesaferð sum sangari í All That Rain, ið ger comeback í kappingini.
? Fyri meg er hetta nýggjur tónleikur og nýggir tónleikarar at spæla saman við, og tað er spennandi at ganga nýggjar leiðir og royna nakað nýtt, sigur Rókur Jakobsen.
Hann hevur eisini roynt seg sum solist, og herfyri vann hann singer/songwriter kappingina, sum Hafnia Lounge skipaði fyri.

Harðari tónleikur
All That Rain er bólkur við royndum tónleikarum, og teir hava eisini fleiri ferðir roynt seg í Prix Føroyum ? fyrst undir navninum Kjølar og síðani sum All That Rain.
Teir hava verið ein tann besti popprockbólkurin í Føroyum seinastu árini, men tónleikurin hjá teimum er broyttur nakað, og All That Rain anno 2005 er ikki tað sama, sum fólk hoyrdu í Prixnum fyri fýra árum síðani.
? Eg haldi, at tónleikurin er eitt sindur harðari nú, tað er ikki so popput, sum tað var. Harafturat eru eisini eg og Hans Ranvsfjall nýggir í bólkinum síðani kappingina seinast, so tað gevur eisini eitt annað ljóð, sigur Rókur Jakobsen.

Syngja á føroyskum
Eitt annað, sum er broytt við All That Rain, er, at nú syngja teir á føroyskum. Fyrr var teirra mál enskt, og tað hoyrdist aftur í sangunum og sást aftur á heimasíðuni. Nú er alt broytt til føroyskt.
? Eg havi altíð hildið tað vera natúrligt at syngja á føroyskum, men tað er ein rímiliga breið semja í bólkinum um, at vit nú skulu syngja á føroyskum, sigur Rókur Jakobsen.
Teir kendastu sangirnir hjá All That Rain eru allir á enskum, men teir hava tó áður roynt seg á føroyskum ? við innspælingini av Føgru Blómu, sum hevur verið nógv at hoyrt í útvarpi.

Væ smurd maskina
Rókur Jakobsen kom upp í All That Rain í fjørsummar, og hann trívist væl í nýggja bólkinum.
? Tað hevur verið lætt hjá mær at komið við í eina so væl smurda maskinu, sum All That Rain er. Hinir tónleikararnir í bólkinum hava spælt saman í fleiri ár, so bólkurin hevur eina sterka grund, sigur Rókur Jakobsen.
Hann hevur sjálvur fótað sær sum sangari og yrkjari í All That Rain, meðan teir í bólkinum framvegis arbeiða tætt saman um tónleikin.