Mangan eru søgur at hoyra um strámannavirksemi í alivinnuni, har føroyingar keypa størri og størri part av føroysku alivinnuni fyri útlendskan pening. Dan R. Petersen vil nú hava greiði á, um eftirlitið við hesum og ognarviðurskiftunum í alivinnuni sum heild er nóg gott.
Í einum fyrispurningi til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, hevur javnaðartingmaðurin sett landsstýrismanninum seks spurningar um alivinnuna. Dan R. vil hava at vita, um útlendingar kunnu eiga meira enn 33 prosent í einum alibrúki gjøgnum føroysk virkir, hóast løgtingið við lóg hevur ásett, at útlendingar ikki kunnu eiga meira enn 33 prosent av einum alibrúki. Tingmaðurin vil hava at vita, um landsstýrismaðurin kann tryggja, at ognarviðurskiftini í alivinnuni samsvara við lógina, og um gjøgnumskygnið í ognarviðurskiftunum er nóg gott.
Ágóðin liggja í Føroyum
Dan R. Petersen sigur í viðmerkingunum, at tað hevur kostað tíð, pengar og ikki so fáar húsagangir at fáa eina vælvirkandi føroyska alivinnu. Hann heldur tí, at ágóðin allur sum hann er eigur at koma føroyingum til góðar og ikki útlendingum, sum koma til búgvið borð. Hann vísir á norðmenn, sum hava víst sera stóran áhuga fyri føroysku alivinnuni, og í fleiri førum hava keypt seg inn í føroysk alivirkir. Hóast lógin krevur gjøgnuskyfni í ognarviðurskiftunum, so man hetta gjøgnumskygnið vera so sum so, heldur tingmaðurin.
- Tey signal, vit fáa um alingina, boða ikki frá góðum. Tey benda á, at vit eisini í hesi vinnu so líðandi verða húskallar heima hjá okkum sjálvum, tí nakrir, ið blivu priviligeraðir við almennum loyvum, hoyknaðu undir tilboðum um ómaksleysar og lætttjentar útlendskar milliónir, sigur tingmaðurin í viðmerkingunum.
Lítið eftirlit
Hann vísir á, at føroyingar og útlendingar kunnu selja partabrøv sínamillum og somuleiðis fara samanleggingar fram. Men partafelagsskrásetingin skrásetur bara, hvør eigur meira enn 5 prosent í einum felag. Skrásetingin hevur ongan eftirlitsmyndugleika ? hann liggur hjá Landsstýrinum.
Dan R. Petersen vil hava at vita, um Landsstýrið í hesum sambandinum ger nakað uppsøkjandi arbeiði fyri at avmarka strámannavirksemið í alivinnuni, og hvussu tílíkt strámannavirksemi verður revsað. Tingmaðurin heldur, at tann politiski myndugleikin hevur skyldu at hava eftirlit við teimum skiftandu ognarviðurskiftunum í vinnuni.
Løgtingið skuldi á tingfundinum í gjár gera av, um landsstýrismaðurin skal svara fyrispurninginum.









