Mánadagin høvdu umboð fyri feløgini, Delta Seafood og Marine Harvest Føroyar, kunnandi fund við løgtingsmenninar í Sandoynni, Gerhard Lognberg, borgarstjóra í Skopunar kommunu, Brand Sandoy, borgarstjóra í Sands kommunu og Páll á Reynatúgvu, løgtingsmann, um ætlaninar, sum feløgini hava í Sandoynni.
Tað er Delta Seafood, sum stendur aftanfyri Sandoy Seafood, og umframt Marner Lisberg, var Delta-fyritøkan eisini umboðað við Magnusi Jespersen og Ólavi Bjarkhamar.
Marner Lisberg er nevndarformaður bæði í Delta Seafood og Sandoy Seafood.
Stjórin í alifyritøkuni, Marine Harvest Føroyar, Hans Jacob Mikkelsen, var eisini partur av team’inum, sum stóð fyri kunningini, ið fór fram á virkinum hjá Sandoy Seafood í Skopun.
Áhugaverd kunning
Brandur Sandoy sigur, at kunningarfundurin vardi í ein stóran tíma ella so, og hann heldur, at hetta var ein áhugaverdur fundur.
- Nú hevur ymiskt verið frammi í miðlunum um hesar ætlanir, og eg haldi ikki, at her var so nógv nýtt at frætta aftrat tí, sum longu hevur verið sagt. Men fyri tann skuld er ætlanin minst líka so áhugaverd. Her hoyrdu vit partarnar sjálvar greiða frá teimum møguleikum, ið teir meta eru við aling, kryvjing og møguligari virking í Sandoynni.
Spurdur, um løgtingsmaðurin og borgartjórin skilti kunningina soleiðis, at Marine Harvest Føroyar ætlar at kryvja allan sín laks í Sandoynni, svarar Brandur játtandi.
- Ja, soleiðis skilti eg tað. Eg skilti eisini, at ætlanin er at brúka virkið á Sandi til kryvjing – og virkið í Skopun til góðsking, um ætlanin ber á mál. Eg haldi, at hetta teknar seg rættiliga væl. Marine Harvest Føroyar hevur royndirnar við aling, og Delta-fyritøkan hevur royndirnar við framleiðslu. Soleiðis eru bæði aliparturin og virkisparturin við í hesi ætlan.
Tvær útsetingar
Brandur Sandoy viðgongur, at hann kennur einki til aling, men skilti á fundinum, at ætlanin er - um Marine Harvest Føroyar sleppur at ala á Sandsvág og í Hestfirði – at felagið fer at seta fisk út tvær ferðir um árið.
- Eg skilti, at hetta verður gjørt fyri at kunna slakta og kryvja alt árið, sum eisini er ætlanin í samstarvinum, sum alifelagið og framleiðslufelagið hava í Sandoynni. Fyri okkum í oynni ræður tað jú um at fáa nøkur góð og støðug arbeiðspláss.
Hann sigur, at ymiskir møguleikar vórðu nevndir í sambandi við meirvirking av alilaksi, og millum alternativini varð fiskavirkið í Skopun eisini frammi.
- Jú, eg haldi, at vit høvdu ein góðan og gevandi fund her suðuri, og eg ivist onga løtu í, at samstarvið, sum partarnir nú vilja vera saman um, kundi verið ein gyltur møguleiki fyri Sandoynna, sigur løgtingsmaðurin og borgarstjórin á Sandi.
Sum skilst, fer Marine Harvest Føroyar at søkja um aliloyvi á Sandsvág og í Hestfirði, men tað er ikki vist, at neyðugt er hjá felagnum at fáa loyvi í báðum støðum fyri, at samstarvið millum ali-og framleiðslufelagið kann setast á kjøl.
- Eg helt meg skilja, at samstarvið eisini kann bera á mál, um alifelagið fær loyvi til aling – antin á Sandsvág ella í Hestfirði, leggur hann aftrat.
Oynni til góðar
Brandur Sandoy sigur, at hann slett ikki ynskir at taka nakað alifelag fram um annað, tá loyvi verða givin til aling í nýggjum og komandi aliøkjum, men hann dylur ikki fyri, at tað er av hansara áhuga sum borgarstjóri og løgtingsumboð í Sandoynni, at virksemi, sum verður upp at oynni, fer at koma økinum til góðar. Í aðrar mátar er tað honum líka mikið, hvørjar fyritøkurnar verða, sum koma at brúka teir møguleikar, sum her fara at spyrjast burturúr.
- Er talan um góð hugskot, sum kunnu skapa eitt støðugt virksemi í Sandoynni, fari eg sjálvsagt at virka fyri hesum. Soleiðis, sum støðan er í oynni í dag, haldi eg, at vit sum fólkavald í økinum hava skyldu til at hyggja við vælvild upp á teir møguleikar, sum kunnu skapast um okkara leiðir, sigur hann.
Aling veruleiki
Brandur heldur, at hevði Sandoyggin – nú nýggj aliøki verða løgd út – fingið sín rímiliga lut í hesum virksemi, kundi hetta virksemi verið við til at ment oynna vinnuliga.
- Eingin ivi skal vera um, at eg politiskt fari at virka fyri, at vit – so ella so – gerast partur av møguleikunum, sum nýggja kunngerðin um aliøki leggur upp til. Síðan eg kom á ting, havi eg virkað fyri, at Sandsvág gerst partur av nýggju aliøkjunum, og nú er líkt til, at soleiðis verður í nýggju kunngerðini um aliøkir, sigur løgtingsmaðurin og borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy.