Nú fer Vágs Býráð undir at hava fleiri miðvís tilboð til tey ungu í kommununi.
Í hesum sambandi er Alice Simonsen, høgrumegin á myndini, sett í starv at leggja til rættis og at samskipa tilboðinu til tey ungu.
Á myndini er hon saman við Sirið Stenberg, forkvinnu í mentanarnevndini hjá Vágs Býráð.
Í fleiri áratíggju hevur ynski verið um at fáa eitt ungdómshús í Vági og fyri jól samtykti Vágs Býráð at seta eitt ungdómstilboð stovn.
Í fyrstu atløgu verður talan um eina roynd í tríggjar mánaðir nú í vár.
Og í gjár byrjaði so Alice Simonsen sum leiðari av ungdómstilboðnum í Vágs kommunu. Alice er námsfrøðingur, men hevur á sínari starvsleið verið víða, millum annað í ungdómshúsum bæði í Føroyum og uttanlands. Sostatt hevur hon drúgvar royndir við arbeiði við børnum og ungum.
|
Eftir hetta verður gjørd ein ætlan fyri hvussu ungdómshúsið verður opið og nær ymisku aldursbólkarnir kunnu brúka húsið.