Algeria verður mótstøðuliðið í morgin

Afrikanska landið er í talvolympiaduni styrkismett trý pláss oman fyri Føroyar

Eftir lúsingin í dag, tá ið Ísland vann trivaligan 3 ½ - ½ sigur ímóti Føroyum, brynja føroysku telvararnir seg nú av nýggjum.

 

Í morgin – fimta dagin á rað – skulu teir aftur í eldin. Tá verður mótstøðuliðið Algeria. Burtur úr fýra teimum fyrstu umførunum hevur Algeria – á sama hátt sum Føroyar – vunnið fýra dystarstig. Úrtøkan er tíggju stig, meðan føroysku telvararnir hava vunnið átta stig.

Algeria er styrkismett sum nummar 81, meðan Føroyar eru styrkismettar sum nummar 84.

Á sama hátt sum Føroyar so hevur Algeria ongan stórmeistara á sínum liði. Hægsta styrkistalið (2493) eigur IM Adlane Arab. Styrkistalið hjá Helga Dam Ziska er 2546. Bæði Adlane Arab og Helgi hava higartil vunnið trý stig í fýra talvum.