Algeria: Nú er Føroyar søgan

Í dagliga hondbóltsblaðnum hava tey lagt merki til føroysku avrikini

Á hvørjum degi til HM endaspælið fyri U21 landslið í hondbólti í Algeria kemur út tíðindablað, sum er á enskum, fronskum og arabiskum. Í blaðnum í dag verður dentur lagdur á millum annað føroysku avrikini.

 

Les eisini: HM kann gera dreymin til veruleika

 

Har stendur millum annað, at hetta væntandi ikki er seinastu ferð í hesi kappingini, at Føroyar taka øll á bóli. Víst verður til sigarnar á Kili og Suðurkorea og sum helst eisini kann lesast á yvirskriftini, so eru Føroyar nú liðið, sum tekur øll á bóli í HM-kappingini í Algeria.

 

Les eisini: Her er støðan í bólkinum

 

Føroyar hava vunnið 31-28 á Kili og 28-27 á Suðurkorea, og í løtuni hava vit fult stigatal í bólki A saman við Týsklandi og Noreg. Føroyar og Noreg spæla í kvøld klokkan 18 og Rás2 sigur frá dystinum.