Fyri fyrstu ferð í søguni hevur Algeria spælt seg víðari úr bólkaspælinum í einum HM-endaspæli. Hetta gjørdu teir eftir 1-1-javnleik ímóti Russlandi, sum var nóg mikið til at gerast nummar tvey í bólkinum, har Belgia kom víðari sum tryggur 1-ari.
Tað sá annars ikki serliga gott út hjá Algeria, sum mátti til hálvleiks aftanfyri 0-1 eftir at Alexander Kokorin hevði stútað Russland á odda longu í 6. minutti. Hesa løtuna var Russland ávegis 1/8-finaluni. Tá ið ein tími var leiktur javnaði Islam Slimani til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Suðurkorea kundi við einum sigri á Belgia spæla seg víðari, og hóast útlitini fyri hesum gjørdust bjartari tá ið Steven Defour fekk reytt kort seint í fyrra hálvleiki, so eydnaðist tað teimum ikki at taka av møguleikanum. Hinvegin syrgdi Jan Vertonghen fyri, at Belgia vann 1-0 og harvið fekk fult stigatal í bólki H.
Í 1/8-finaluni skal Belgia hitta USA, meðan Algeria møtir Týsklandi.
Algeria – Russland 1-1 (0-1)
0-1: Alexander Kokorin, 6.
1-1: Islam Slimani, 60.
Suðurkorea – Belgia 0-1 (0-0)
0-1: Jan Vertonghen, 78.
Reytt kort: Steven Defour (Belgia)