Alfred samanber seg við Kára P. Højgaard

Alfred Olsen er ikki partur av samgonguni, men er partur av valbólki samgongunnar og kennir seg tí ikki sum ein part av andstøðuni. Sjálvur heldur hann hetta minna um støðuna hjá Kára P. Højgaard

POLITIKKUR

 
 
- Viðurskiftini eru góð við samgonguna.
Tað sigur Alfred Olsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hóast hann framvegis stendur fast við, at hann ikki er limur í somu samgongu.
Hann leggur dent á, at hann er limur í Sambandsflokkinum og atkvøður við honum, men í sonevndum etiskum málum stendur hann fríur.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men ert tú so formelt ikki samgongulimur, men reelt?
- Eg havi meldað út, at eg ikki er ein partur av samgonguni, og hetta havi eg gjørt formelt klárt við at senda eitt tíðindaskriv út, sigur Alfred Olsen, og nevnir Kári P. Højgaard, tinglim Sjálvstýrisfloksins, ið ikki er partur av samgonguni, men er í valbólki við samgonguni.
- Støðan hjá Kára vísir, at tað ber til, sigur Alfred Olsen, ið vissar um, at hann er ein partur av tingarbeiðnum og hevur somu atgongd til nevndarsessir, sum Kári P. Højgaard hevur sum partur av valbólki samgongunnar.
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvørki í samgongu ella andstøðu
 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Ert tú so við í valbólkinum hjá samgonguni?
Ja, tað eri eg, sigur Alfred Olsen.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Tú følir teg altso ikki sum ein part av andstøðuni?
- Nei, eg føli meg ikki sum ein part av andstøðuni, sigur næstformaður Sambandsfloksins, ið enn sigur vera uttan fyri samgonguna.
Alfred Olsen sigur seg hava verið á nógvum fundum í seinastuni, og sigur ikki dáma, at fundarfólk verða órógvað av fartelefonum, og hetta er orsøkin til, at hann ikki hevur svarað Sosialinum fyrr enn í dag, hóast blaðið hevur roynt at fáa orðið á hann í eina viku.
Spurdur, um hann hevur frætt nakað frá løgmanni, ið áður hevur meldað út, at støðan hjá Alfred Olsen skuldi viðgerast í lítlu samgongu ínnan tingfundin í morgin, svarar Alfred Olsen noktandi.
- Nei, eg havi einki hoyrt um tað. Men vit hava demokrati, og løgmaður hevur rætt til at kalla inn til fund, um hann vil tað, staðfestir Alfred Olsen, ið framvegis hvørki er partur av andstøðu ella samgongu á tingi.