Í dag eru 17 ár síðani Alfred Olsen, Høgni Hoydal og Páll á Reynatúgvu vórðu valdir á ting. Seks tingmenn hava sitið í fleiri enn 17 ár á tingi.
30. apríl var valdagurin í 1998 – og tá fór stór broyting fram á tingi. Størsta broytingin var, at Tjóðveldi vann stórsigur og tvífaldaði tingmannatalið úr 4 upp í 8 tingsessir. Javnaðarflokkurin, sum fekk ein ordans lúsing í 1994 vaks frá 5 til 7 tingsessir, og Verkamannafylkingin, sum hevði fingið 3 tingsessir í 1994 varð varpað úr tinginum og fekk ongan tingsess.
Men hóast nógv nýggj fólk komu á ting á valinum í 1998, so eru bara tríggir mans eftir, sum fyrstu ferð vórðu valdir á ting við hetta valið, teir eru Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum, og Høgni Hoydal og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi. Alfred og Høgni hava verið valdir á ting síðani, meðan Páll á Reynatúgvu hevur verið úti eitt valskeið.
Umframt teir tríggjar, so hava seks tingmenn sitið longri á tingi, enn teir báðir.
Teir eru:
Jenis av Rana, 1994-
Poul Michelsen, 1984-90 og 2002
Jørgen Niclasen, 1994- (varamaður frá 1991-93)
Bjarni Djurholm varamaður 1991-93 og síðani fast sæti 1994-2008. Varamaður frá 2008-11 og fast sæti aftur frá 2011
Henrik Old, 1984-2008 og 2011-
Jógvan á Lakjuni 1998- (hevur tó havt sæti - og fast sæti - fleiri skeið síðani 1989)
Landsstýrisfólk kunnu ikki hava sæti á tingi. Av núverandi landsstýrisfólkum er tað bara Jørgen Niclasen, sum hevur verið valdur á ting áðrenn 1998. Hann fekk sum 22 ára gamal fast sæti á tingi í 1991 sum varamaður fyri Svend Aage Ellefsen, sum var landsstýrismaður frá 1991-93. Síðani 1994 er Jørgen Niclasen valdur á ting hvørja ferð.









