Alexandra prinsessa og Martin Jørgensen vórðu gift í dag. Alexandra prinsessa og myndamaðurin Martin Jørgensen vórðu gift í Øster Egede Kirke seinnapartin.
Skyldfólk og vinfólk hjá teimum báðum vóru í kirkju, og prinsessan hevði báðar synirnar, Nikolaj og Felix, við sær í kirkju.
Nógv tíðindafólk stóðu uttan fyri kirkjuna. Ein av tíðindamonnunum spurdi brúðarparið, um tey hava ætlanir um at fáa sær børn.
-Eingin veit, svaraði Alexandra prinsessa brosandi.