Hóast tað eru trý ár síðani, at Chelsea keypti brasilska verjuspælaran Alex úr Santos, hevur hann enn ikki spælt fyri enska stórfelagið. Útlendingalóggávan krevur nevnliga, at ikki-ES borgarar skulu hava spælt ávíst tal av landsdystum, um teir skulu spæla fótbólt í Onglandi, og tí varð Alex í fyrsta umfari leigaður til PSV Eindhoven. Í Hollandi hevur hann ment seg til ein av avgjørdu profilunum í heiðursdeildini, og við 14 landsdystum á baki er hann nú eisini um at røkka kravinum, sum sett verður. Úr London ljóðar eisini, at teir nú hava fingið øll pappír í rættlag, og tí verður Alex væntandi partur av hópinum, sum í ár skal stríðast fyri at endurvinna meistaraheitið frá Manchester United.










