Signar Dam hevur áður í mong ár sitið í býráðnum á Tvøroyari, og hann var kommunulækni í nærum hálva øld til fyri tveimum árum síðani

Aldursforseti á býráðsfundi á Tvøroyri

Býráðsfundurin á Tvøroyri hósdagin var nakað serligur og kanska søguligur, nú ein av eldri býráðslimunum, Signar Dam, ið er fyltur 86 ár, enn einaferð fekk møguleikan at taka sæti í býráðnum.

 

Signar Dam hevur áður í mong ár sitið í býráðnum á Tvøroyari, og hann var kommunulækni í nærum hálva øld til fyri tveimum árum síðani

Tvøroyar kommuna skrivar, at Signar Dam er einamest kendur fyri sína trúføstu og drúgvu tænastu sum kommunulækni á Tvøroyri; eitt álitisstarv, sum hann røkti í nærum 50 ár, tá hann gavst 1. mars 2021.

Men Signar Dam er langt frá eiðasørur við býráðsarbeiði á Tvøroyri. Tvørturímóti hevur hann drúgvar royndir sum kommunalpolitikari og hevur frammanundan sitið fleiri setur í býráðnum. Signar lá ikki á boðunum, men takkaði beinanvegin ja at møta, nú hann, sum varamaður enn einaferð fekk møguleikan at taka sæti í býráðnum; hesa ferð fyri Súsonnu Bertholdsen, ið hevði boðað frá forfalli til fundin hósdagin.

 

##med2##

 

Signar Dam var nummar seks á listanum hjá Javnaðarflokkinum til seinasta býráðsval á Tvøroyri:

C    Javnaðarflokkurin

    Listin    13

1    Bjarni Hammer    121

2    Kristina Roest    95

3    Súsanna Bertholdsen    58

4    Eyð Eidesgaard    38

5    Jens Arni Leo Hammerfoss    37

6    Signar Dam    34

7    Tim Wentzlau    21

8    Annika Pearce    11

9    Niels Strøm Rødgaard    8

10    Finnleif Guttesen    7

11    Óli Arnason Johansen    5

 

Signar Dam hevur áður í mong ár sitið í býráðnum á Tvøroyari, og hann var kommunulækni í nærum hálva øld til fyri tveimum árum síðani

Frá vinstru, Bjarni Hammer, Kristina Roest, Signar Dam, Alvi Mortensen, Jónleyg Bech, Anita Vibergsdóttir, Kristin Michelsen. (Mynd: Tvøroyar kommuna)