Albert: Til fiskiskap

Albert, pápi Johan, var ein av teimum gomlu »røttu« javnðararmonnunum í Havn, og tað sama var við Onnu. Hann gjørdi upp við seg sjálvan longu sum 18 ára gamal, at sosialisman var tað rætta

Albert hevði lisið nógv um fron­sku kollveltingina, og hetta ávirk­aði hann nógv. Hann kom eisini nógv saman við gomlum javnaðarmonnum sum Jóan Petur Davidsen og Maurentius við Stein. Teir gjørdust báðir tingmenn fyri javnaðarflokkin. Hansara sannføring kom eisini av egnum royndum. Tá ið á stóð við ongari inntøku, var eingin hjálp at heinta.

Anna, kona Albert, var av Lofti á Eiði. Hon var bert 16 ára gomul, tá ið hon kom til Havnar at tæna. Hon hevur greitt frá, at hjá eini bygdagentu at koma til Havnar var sum at koma í himmiríki, tí her var so nógv annarleiðis enn á bygd.

Fyrstu árini var Anna hjá spinn­aranum Johan Evensen og mammu hansara Onnu, sum var gift við próstinum Jens Christian Evensen. Johan var ein framburðsmaður. Umframt spinning hevði hann eisini veving. Hann arbeiddi eisini við ætlan um at byggja ísvirki, sum grundarlag fyri sínum dreymum um at flyta út feskan fisk og sild. Men hann gjørdist sjúkur og doyði í 1935. Hann varð tann fyrsti, sum varð jarðaður í nýggja kirkjugarðin við Velbastaðvegin. Anna Evensen var dóttir A.C. Lützen, sum doyði, tá ið hann talaði fyri kongi í 1874. Hon hevur skrivað eina sera áhugaverda frágreiðing frá sínum lívi, sum hevur verið prentað í FF-blaðnum.

Anna fór aftur til Eiðis, men í Havn var nakað sum dró. Eitt nýggjárskvøld hevði hon hitt Albert í dansi, og tey vóru blivin góð. Tey giftust so í 1920 eftur at hava verið forlovað í sjey ár.

Í fyrsta partinum greiddi Albert frá, tá ið hann var við danska havrannsóknarskipinum Thor í Miðalhavinum. Nú fer hann til fiskiskap.

 

Aftur til skips

Um veturin selur staturin Thor til Íslands. Nú hava danir einki havrannsóknarskip. Nú leigar staturin 30 tonsaran Surprice frá Resorff til at merkja fisk undir Føroyum. Hon var so lítil, at hon hevði bara lugar. Skiparin er tann sami, og her kom eg umborð aftur. Ísak Næss kom sum kendur maður við. Vit fisk­aðu ymsa staðni, eisini á Nólsoyarbankanum, Sand­oyar­bankanum og Føroya Banka innari og uttari. Vit royndu við snøri. Tað mátti dragast varðliga, so fiskurin kundi koma upp og verða sleptur aftur óskal­aður, eftir at hann var merktur. Tað var skiparin sjálvur, sum setti merki í kjálkabeinið á fiskinum. Vit vóru ofta inni á Tvøroyri tá, eisini inni á Vestmanna. Eisini vóu vit inni á Eiði. Skiparin var sera væl kendur við Kruse, handilsmannin.

Kruse kom til Føroyar við Sur­­price í 1868. Hann var frá Born­holm og gjørdist handils­mað­ur á Eiði. Hann verður seinni umrødd­ur í røðini Hendur ið Sleptu. Dóttir hansara er nevniliga grivin í gamla kirkjugarði.

Skiparin var eisini kendur í Vest­manna við Andreas á Fitjunum. Tá skuldi eg rógva hann í land, bíða eftir honum og rógva hann aftur.

Tað var nógvur fiskur undir Føroyum tá.

 

Við Súluni

Eg fari aftur burtur við Súluni. Jóannes í Funningsstovu var skipari. Hann var ein sera avgjørd­ur maður. Mær dámdi væl at vera saman við honum. Har lærdi man nakað umborð eisini. Vit fóru at taka fisk frá skipunum hjá Müller. Vit lógu á Bakkafjørðinum og tóku ímóti, tá tey komu inn. Manningin á skipunum koyrdi sjálv fiskin umborð. Vit vóru seks mans umborð. Bestimaður var Johannes hjá Cornelius.

Tá liðugt var at skipa fiskin umborð fóru vit til ein bónda at keypa ein seyð. Bóndin búði inni í einum heyggi. Tey vóru sera blíð. Vit fingu pannukøkur og seyðamjólk frá teimum. Pannukøkurnar dámdi okkum væl, men seyðamjólkin var nakað tjúkk. Vit fingu seyðin, og bóndin fekk salt og keks. Bóndin kendi væl Jens og Jens Paula í Dali.

So fóru vit til Føroyar, komu á Havnina og fóru so til Keypmanna­havnar við fiskinum. Hetta tók akkurát átta dagar. Hetta var fyrstu ferð, eg var í sirkus og zoologiska hava.

Uppaftur høvdu vit tigulstein í botninum sum barlast. So høvdu vit mjøl eplir og sukur og tílíkt heim við. Vit høvdu 14 dagar upp aftur. Vit fingu høgætt í Norð­sjón­um, men seinni fór hann í ein landsynning. Tá vit komu á Havnina hevði verið eitt slíkt brim, at allur viðurin í Tinga­nesi var skolaður út. Poul í Funningsstovu var skolaður út og deyður.

Vit høvdu tvey ferðafólk heim við.

So skuldi eg fara aftur við Georg Hansen í 1913. Danski staturin hevði keypt eina skonnart við motori til rannsóknir. Vit skuldu fara til Suðuramerika aftur við Johannes Smith, fiskifrøðing, at gera kanningar. Hetta dró so nógv út. Nakað fyri ólavsøku kom eg gjøgnum Vágsbotn. Tá møti eg Óla Svend. Hann bað meg koma við sær við Hurrycane ístaðin, og eg fór við honum yvir á Eysturlandið.

Vit vóru ikki meira enn farnir av Havnini, tá skonnartin við Georg Hansen kemur á Havnina at taka meg við. Men eg misti ikki so nógv, tí skonnartin fór á land stutt eftir og gjørdist vrak.

Hurrycane var eitt gott, men lítið skip, tók eini 300 skippund. Óla Svend átti hana sjálvur. Vit fóru so hiðani og skuldu taka ein mann á Vestmanna. Tað var Jóan Frederik í Leynum. Hann var pápi Mikkjal Helmsdal, sum seinni gjørdist landsverkfrøðingur. Tá vit koma á Vestmanna er grindaboð, so vit fóru allir í grind. Hetta gekk gott, tó burtur sæð frá, at vit mistu bátin, sum vit høvdu lænt. Men hann kom undir grindaskaða. So fóru vit av Vestmanna og høvdu nóg mikið av grind og spik við okkum. Tað gekk hampiliga gott.

Tá varð so nógv fiskað undir Langanesi. Tað var sagt at Svendsen var grovur at sigla. Eg minnist, at Jóan Fredrik stóð hatt- og klútaleysur bundin við róðrið. Vit høvdu vindin aftan, og tá skuldi vera ein góður maður við róðrið. Jóan Fredrik var ein ordiligur sjómaður. Hann hevði siglt fleiri ár í Onglandi, og hann hevði eisini ført trolara. Hetta var í 1913 og eg var bara ein túr við.

 

 

_______________________

 

 

Næstu ferð:

Í komandi parti greiðir Albert frá síni sigling til Íslands undir fyrra veraldarbardaga