Ein annar dystur var leiktur í okkara EM-undankappingarbólki, bólki E í kvøld.
Heima í Tirana tók Albania móti Moldova. Albania vann dystin 2-0.
Jasir Asani legði Albania á odda tá 52 minuttir vóru leiktir, og tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini økti Nedim Bajrami til 2-0.
Albania hevði bóltin 70 prosent av tíðini, og var sostatt greitt omaná leikliga.
Hagtølini fyri royndir á málið vístu 5-1 til Albania.
Kekkia er fremst í bólki E við sjey stigum. Póland og Albania hava trý stig hvør, Moldova hevur tvey stig og Føroyar eru aftast við einum stigi.
Týskvøldið klokkan 19.45 spæla Føroyar og Albania á Tórsvølli. Sama kvøld tekur Moldova móti Pólandi.











