Aleksandar bjargaði flest brotskøstum og triðflest skotroyndum

Aleksandar Lacok hevði eitt framúr gott EM-endaspæl

Mynd: EHF

Aleksandar "Sasha" Lacok hevði eitt framúr gott EM-endaspæl í Montenegro.

 

Nú hagtølini eru gjørd upp stendur tað greitt, at Aleksandar er tann málverjin sum bjargaði flest brotskøstum undir EM-endaspælinum. Alaksandar bjargaði heili átta av 12 brotskøstum hjá mótstøðuliðunum. Tað er eitt bjargingarprosent uppá 66,7 prosent. Tann næstbesti á yvirlitinum, Jonas Fjæreide Fyllingen úr Noregi bjargaði 44,4 prosent av brotskøstunum skotin vóru móti honum.

 

Aleksandar var eisini málverjin í U18 EM-endaspælinum, ið hevði triðflest bjargingar í allari kappingini. Aleksandar bjargaði 57 av 187 skotroyndum hjá mótstøðuliðunum. Tað er eitt bjargingarprosent uppá 30,5 prosent.

 

Diogo Rema úr Portugal hevði flest bjargingar. Hann bjargaði 56 av 169 skotroyndum, og hevði eitt bjargingarprosent uppá 33,1 prosent. Diogo Rema var eisini valdur til málverja á All-Star liðnum. 

 

HER síggjast hagtølini fyri flest bjargaði brotskøst og fyri flest bjargingar uppá skotroyndir í U18 EM-endaspælinum: 

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Mynd: EHF